Ottakringer Brauerei – eitt ølbryggjarí í Eysturríki – bjóðar fyrsta málskjúttanum hjá Eysturríki í EM-spælinum ein vinning, sum er heldur sjáldsamur. Hesin fær ókeypis øl frá fyritøkuni restina av lívinum.
- Hetta kann verða sparkið, sum er neyðugt, um liðið skal fáa viðgang. Hetta er møguliga rætta tileggjanin, sigur stjórin á fyritøkuni, Sigi Menz, sambært bold.dk