Málrok á Tvøroyri

2. deild: HB formaðurin skeyt hat-trick, men mátti kortini taka til takkar við greiðum tapi

TB-HB 7-4 (3-0)


Avrikini hjá næstbesta HB liðnum hava higartil í ár verið sera óstøðug, og tí var tað kanska við blandaðum vónum, at hópurin leygardagin fór um suðuroyarfjør, har dystur móti TB stóð á skránni.

Undan kappingin var TB av mongum metta at vera eitt gott boð um ein møguligan uppflytara, og við sigrinum á HB otaðu teir seg fyri fyrst heilt upp í oddin.


Alt skrædnaði

Fyrstu løtuna av dystinum, stóð HB liðið seg tó sera væl, og eingin mundi helst gruna, at talan skuldi gerast um stórsigur av nøkrum slag.

Brádliga var tað tó sum um at alt skrædnaði, og áðrenn teir rættuliga vóru komnir fyri seg, hevði heimaliðið lagt seg á odda við málum frá Sumba-venjaranum, Milan Cimburivic, landsliðsleikaranum, Óla Johannesen og Dan Mortensen.

Skil kom tó aftur á spælið hjá gestunum, men flestu áskoðararnir mundu helst vera eitt sindur róligari, nú TB hevði vunnið sær eina somikið trygga leiðslu.

Í seinna hálvleiki fekk TV tað betur byrjanina, og onkur fór kanska at óttast eitt rættuligt skrædl, eftir at Óli Johannesen, Andre Dalfoss og Bárður Dimon høvdu økt upp í 6-0.

HB formaðurin, Gunnar Mohr, hevur tó ongantíð verið leikarin, sum hevur givið skarvin yvir, og soleiðis var heldur ikki hesu ferð. Við trimum málum á rað syrgdi hann einsamallur fyri, at spenningur aftur kom í dystin, og brádliga var líkt til at nervar eisini komu upp í leikin hjá heimaliðnum.

Umframt tey trý málini, hevði HB nevnliga fleiri góðar málmøguleikar hesa løtuna, og brádliga tóktist tað als ikki ósannlíkt, at tvørámenninir skuldu vera fangaðir aftur.

Bárður Dimon fekk tó sett alt endaliga upp á pláss, tá hann økti upp í 7-3, og so kundi tað meira ella minni vera tað sama, at Uni Mortensen móti endanum setti fríspark beinleiðis í málið.


Krevur styrk

Við sigrinum tók TB seg upp á ovastu rók á stigatalvuni, har teir eru ájavnir sundalagsmonnum við 9 stigum.

Einki er tó at taka seg aftur í, at við núverandi manning verður tað sera trupult hjá tvørámonnunum at standa seg í bestu deildini, um teir megna at halda fast um oddasessin alt árið.

Í løtuni er Óli Johannesen heima og hjálpir til, men eftir fyrru helvt av kappingarárinum fer hann aftur til Danmarkar. Fleiri aðrir góðir leikarar eru á liðnum, men í flestu førum er talan um leikarar, sum lítlar og ongar royndir hava við fyrstudeildarfótbólti, og tí er vandi fyri stórtapum, um teir skulu royna seg móti bestu liðunum í landinum, og hetta kom eisini greitt til sjóndar í steypakappingini.

Hinvegin kann helst roknast við, at tvørámenn vilja styrkja liðið við fremmandum leikarum, um teir vinna upp í 1. deild, og so er støðan brádliga ein heilt onnur.

Fyri fyrst ræður tó um at standa seg nóg væl í næstbestu deildini, har ungu leikararnir helst hava nógv betri umstøður at mennast, bæði leikliga og kropsliga.


TV-HB 7-4 (3-0)

1-0: Milan Cimburivic

2-0: Óli Johannesen

3-0: Dan Mortensen

4-0: Óli Johannesen

5-0: Andre Dalfoss

6-0: Bárður Dmon

6-1: Gunnar Mohr

6-2: Gunnar Mohr

6-3: Gunnar Mohr

7-3: Bárður Dimon

7-4: Uni Mortensen