Málrættaður ágangur ímóti okkara børnum?

Rani Andrasson Skaalum, Vegna Ung fyri Miðflokkin
----

Fólkaskúlin er ein almennur skúli og hevur til endamál at fremja, at okkara børn og ungdómar kunnu nema sær kunnleika, og at stuðla fjølbroyttu persónligu menningi hjá tí einstaka. Somuleiðis skulu okkara børn og ungu fáa eina kristna og siðalagsliga uppaling við støði í okkara mentan og verða búgva tey til ábyrgdarfullar borgarar, ið eru greiðir yvir rættindi og skyldir í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísingin og gerandislívið í skúlanum er soleiðis grundað á andsfrælsi, tollyndi, javni og fólkaræði.
Vit brúka um 9 – 10 ár av okkara barnaárum í tí føroyska fólkaskúlanum. Tey árini vit eru í fólkaskúlanum eru vit í eini rívandi menning. Vit skulu læra alt millum himmal og jørð. Vit eru spurin, opin og ávirkilig. Tey menniskju og tær upplivingar, vit hava í skúlanum eru, so ella so, við til at ávirka okkum og mynda okkum til teir persónar vit eru ella verða. Sostatt kunnu vit siga, at tað vit hoyra, síggja, uppliva og føla í skúlanum hevur ómetaliga stóran týdning fyri tann einstaka næmingin.
Hettar taka vit í somikið stóran álvara, at vit hava sett ein skúla á stovn, hvørs endamál er at útbúgva fólkaskúlalærarar, ið skulu lyfta hesa ómetaligu avbjóðandi og gevandi uppgávu! Hesir eru ikki “bara” undirvísarar, ið greiða og greina faklig vandamál, uttan fyrilit fyri morali ella integriteti.
Tær kvinnur og teir menn, ið undirvísa í fólkaskúlanum eru óheftir professionellir undirvísarar, ið til eina og hvørja tíð, eiga og skulu, virða ta ávirkan, ið tey kunnu hava á tann einstaka næmingin. Soleiðis, at tey kunnu fremja teirra yrki samsvarandi lóggávuni og við so høgum dugnaskapi sum gjørligt!
Tá hesi eru krøvini og hugsanin aftanfyri lærarayrki, er tað tá ráðiligt ella vandaleyst, at loyva áhugabólkum í skúlan við teirra boðskapi?
Áhugabólkar, ið ikki dylja ein heilt greiðan setning, eitt greitt mál, ið helst ikki tekur støði í ávirkan við virðing ella fyrilit fyri integritetinum hjá tí einstaka?
Áhugabólkar, ið greitt nýta børn sum teirra mál at miða teirra marknaðarføring eftir, jú yngri jú betri?
Um ein privat fyritøka miðvíst nýtir børn í stovns og skúlaaldri sum mið í teirra marknaðarføring og letur teimum lýsingatilfar, tá er talan um ramaskríggj, miðlaøði og stundum eisini klagur og fráboðanir til avvarðandi myndugleikar mótvegis viðkomandi fyritøku.
Um ein trúarbólkur vildi greitt frá, at tey ,sum ein lið í teirra nýggju marknaðarføring, vilja sleppa inn á stovnar og skúlar at greiða frá teirra meining og trúgv, fyri at fáa nýggjar limir og stuðlar, vildi viðkomandi trúarbókur helst verið lagdur undir indoktrinering og gera seg inn á hesi børn og teirra ands- og trúarfrælsi.
Hvat so nú, tá ið ein áhugabólkur beinleiðis í miðlunum hevur greitt frá, at tey vilja sleppa inn á stovnar og skúlar, vilja brúka børn sum mið fyri teirra marknaðarføring, helst longu í barnagarðinum, til tess at boða teirra meining og trúgv!?!
Er tað tá brádliga í lagi? Er tað tá eingin, ið talar at, rópar varskó, eingin miðlaøði, eingin klaga ella fráboðan?
Her er jú talan um eina tilætlaða marknaðarførsluætlan, ið beinleiðis og miðvíst ætlar at nýta indoktrinering – at ávirka áskoðan og hugburð – hjá smábørn uttan fyrilit ella virðing fyri teirra frælsi og integriteti!
Tað er beinleiðis skeivt, ódemokratiskt og óforsvarligt, um vit geva ávísum áhugabólkum ein framíhjárætt, ið onnur ikki hava. Somuleiðis kann tað eisini sigast at vera eitt brot á fólkaskúlalógina at loyva tílíkum bólkum inn um dyrnar í fólkaskúlanum.
Hvar er virðingin fyri okkara skúlabørnum og ungdómum í hesi ætlan? Eiga vit ikki at verja tey frá subjektivari boðan og indoktrinering?
Latið heldur okkara kvinnur og teir menn, ið undirvísa í fólkaskúlanum, okkara óheftu professionellu undirvísarar, ið virða ta ávirkan tey hava, um at undirvísa okkara børnum og ungdómum um samfelagið og tess fjølbroytni – tey hava vitanina og førleikan til tess.