Tað gjørdist ikki um tað heilt villa undirhaldið, tá Barcelona og Inter í gjárkvøldið møttust á San Siro í Milano. Dysturin, sum eisini varð roknaður sum uppgerðin millum Zlatan og Eto’o, ið báðir teljast millum heimsins bestu áleyparar, endaði uttan mál, men tað var í veruleikanum eitt úrslit, sum báðir partar als ikki vóru so ónøgdir við. Í hinum dystinum í bólki bólki F vann Dynamo Kiev 3-1 á Rubin Kazan.