Müller og Evensen í Grønlandi: Poul Müller fíggjaði úr Grønlandi føroyskt skip í 1901

Tað er kent, at føroyingar hava havt nógv samband við Grønland í sera nógv ár. Fyrst og fremst er tað á fiskivinnuøkinum síðan fyrst í hini øldini. Men føroyingar hava enn longri starvast á landi í Grønlandi. Tað er hetta henda søgan snýr seg um

1. partur

Henda greinarøðin er fyrst og fremst partur av søguni hjá Mülle­­rætt­ini, men hon kemur eis­ini at um­røða Evensenættina.
Müllersøgan í Føroyum er sera áhugaverd. Í røðini Hendur ið Sleptu hava vit havt fleiri áhugaverdar frásagnir um tey av Müllerættini í Havn, sum eru jarðað í gamla kirkjugarði. Hesi eru gamli sýslumaðurin H.C. Müller og kona hansara Marin Christina. Síðan eru tað børn teirra Søren, Petra og Amalia við hjúnarfeløgum. Eftir at greiða frá í hesi røð er søgan um Ebbu og H.C. Müller yngra.
Hetta er ein sera spennandi og áhugaverd ætt, sum nógv kann verða skrivað um.

Eitt sindur um ættina
Her skal stutt sigast eitt sindur um ættina. Müllernavnið kom til Føroyar við Christoffer Müller, sum var føddur 1660. Hann kom til Føroya at vera prestur í 1691. Christoffer doyði í 1721. Kona hansara kallaðist Anna Gregersdatter.
Ein langabbasonur teirra var Rasmus Müller (1782-1858,) sum var sýslumaður í Streymoy. Kona hansara var Sigga Joensen f. 1794. Egon Hansen skrivar í síni nýggju Nólsyarsøgu, at hon var ættað úr Búð í Nólsoy. Hon var systir Poul í Búð, sum var ein kendur framburðsmaður. Pápa­beiggi teirra var Nólsoyar Páll.
Poul var ein av teimum, sum saman við Pløyen í 1839 fór kanningarferðina amtmanni til Hetlands, og kom ferðin at hava stóran týdning fyri menningina av føroyska samfelagnum.
Argefeðgarnir skriva í Banka­­bók­ini, 50 ára ritið hjá Sjó­vinnu­bankan­um, at Rasmus Müller keypti húsa­grundina í Køk við hjalli og fjósi í 1818 frá Johannes Djurhuus kongsbónda, pápa Faktorin Johan Christian Djurhuus, sum vit hava umrøtt fyrr. Hann flytir húsini niðan til Áarvegin har Hafnia er, og seinni verða tey seld til M.C. Restorff.
Seinni byggir hann tey kendu húsini í Gongini, har landsbankin er nú.
Tá ið Rasmus fór at eldast gjørdist sonurin Hans Christoffer hjálparmaður hjá honum, og í 1843 gjørdist hann sýslumaður. Hann hevði hetta starv, til hann doyði í 1898.
Tíðliga fór H.C. Müller at keypa jørð, bæði i Havn og aðra staðni. Hann skuldi eiga sjey traðir.
Ein beiggi Rasmus var kaparin Mikkjal Müller. Ein systir Margretha Cathrine (1794-1852) giftist við Zakarias Olsen úr Tjørnvík, ið var krambakallur við kongaliga handilin. Ein sonur teirra var Christoffur Michael Olsen, sum giftist við Elsebeth Christine Evensen, og sum komandi viku verða umrødd í røðini Hendur ið Sleptu. Dóttir teirra Margrethe Cathrina giftist við Søren Müller.
Systurin Inga (1820-1898) gift­ist við bóndanum á Sundi Hans Vang Bærentsen (1820-1858).
Cathrina (1824-1903) giftist við Gudmund Effersøe (1827-1916) sýslumanni á Tvøroyri. Rasmus og Oliver Effersøe, synir teirra, vóru tískil systkinbørn til børnini hjá H.C. Müller, sum tað verður komið aftur til.

Børnini hjá
H.C. Müller
Hans Christoffer Müller, giftist við Marin Christinu Olsen av Vertshúsinum, og tað er teirra børn, sum henda greinarøðin snýr seg um.
Tey vóru:
Rasmus (1853-1917)
Søren Emil (1856-1922)
Sigrid Maria (1857-1900)
Poul (1862-1901)
Petra (1864-1941)
Amalia (1866-1944)
Hans Christian (1868-?)

Rasmus var uppkallaður eftir abbanum Rasmus Müller. Søren var uppkallaður eftir hinum abbanum Søren Olsen. Hann var skómakari og var tann fyrsti, sum átti Vertshúsið.
Poul er uttan iva uppkallaður eftir ommubeiggjanum Poul í Búð í Nólsoy, sum doyði í 1857. Tann Poul doyði jú ungur í 1901, men í 1902 fær Søren, beiggi hansara, ein son, sum hann kallar Poul, uttan iva eftir beiggja sínum. Sonur tann Poul, Óla Jákup, eigur eisini ein Poul, sum nú er bóndi í Havnardali. So hetta navnið livir enn í ættini síðan Nólsoyar Páll.

Trý systkin
í Grønlandi
Hóast Grønland hevur verið ómetaliga fjart frá Føroyum í 1800-talinum, so hava ungir føroyingar leitað tann vegin.
Eitt dømi, sum hevur verið umrøtt í røðini Hendur ið Sleptu, er Jacob Djurhuus, sonur Johan Christian Djurhuus, Faktorin, í Klaksvík. Hann doyði 23 ára gamal í 1883 í lítlu bygdini Rittenbenk í Norður-Grønlandi.
H. C. Müller hevur verið ein rættuligur verðinsmaður, sum ferðaðist nógv úti í heimi, og sum nógvir útlendingar vitjaðu, tá ið teir komu higar.
Hann mann hava loypt brell á síni børn eisini at leita út í heim. Av hansara sjey børnum eru bert trý, sum eru jarðað í Føroyum. Av teimum vóru bert tvey Petra og Søren, sum ikki fóru av landinum. Amalia kom heim eftir eftir útlegdini í Grønlandi.
Sigrid giftist til Danmarkar, og Hans Christian fór heilt til Amerika. Hesi koma vit aftur til.
Tað áhugaverda er, at undan aldarskiftinum vóru tey ikki færri enn trý av systkjunum, sum virkaðu í Grønlandi í senn. Rasmus og Poul vóru koloni­stjórar, og systirin Amalia var gift við Johan Joensen, kallaður Grøn­lands Johan, sum eisini var kolonistjóri.
Ein annar føroyskur kolonistjóri hesa tíðina var Johan, sonur Jóan Peter Evensen. Hann giftist við Fridu, dóttir Jens Christian, beiggja Jóan Petur. Tey vóru tískil systkinabørn. Tey fara vit eisini at koma aftur til í komandi parti.

Rasmus og rýpurnar
Tann einasti av hesum nevndu trimum systkjum, sum vit vita nakað um í Grønlandi, er Rasmus, sum var stjóri í Suðurgrønlandi.
Rasmus var ein íðin veiðu­maður. Eftir hann liggur nevniliga ein bók, sum kallast Vildtet og Jagten i Sydgrønland. Henda bókin var liðugt skrivað í 1899 og kom út í 1906. Bókin telur ikki færri enn 516 síður við mynd­um, sum Rasmus sjálvur hevur tikið Her er greitt gjølla frá øllum teimum fuglasløgum og djórum, sum kundu veiðast í Suðurgrønlandi.
Tað varð sagt, at Rasmus hevði góð viðurskifti við grønlendingar, sum hann livdi saman við sum sínar javnlíkar.
Eitt av hansara tiltøkum var at fáa rípur úr Grønlandi til Føroya. Pápi hansara H.C. Müller hevði roynt at fáa rípur úr Íslandi at støðast her, men tað var so ikki eydnast. Hetta var fyri ein stóran part vegna manglandi kunnleika til, hvussu rípur skuldu handfarast og serliga, hvussu tær skuldu føðast.
Men Rasmus kendi rýpur, og tað eydnaðist honum at fáa rýpur fram í øllum góðum allan tann langa teinin úr Grønlandi til Føroya umvegis Danmark. Tað eydnaðist eisini í fyrsta umfari at fáa rýpurnar at yngla, og tað vóru í hvussu er í fleiri ár fitt av rípum í Føroyum.

Søguligt tilfar komið undan kavi
Men tað er sera lítið, sum er vitað í Føroyum um virksemið hjá Poul Müller og hjá svágnum Johan og konu hansara Amaliu. Tað er kanska ikki so løgið, tí tað eru meira enn 100 ár síðan tey virkaðu har yviri, og tað finst lítið og einki skrivligt um teirra lív í Grønlandi, sum hevur verið so nógv øðrvísi, enn tað vildi verið í Føroyum.
Men nú er knappliga ein hópur av tilfari komið undan kavi. Tað er hetta tilfar, sum fyri ein stóran part er grundarlagið fyri hesum frásøgnum í Miðvikuni.
Forsøgan er tann, at eg fyri nøkrum árum síðan kom í sam­band við Ann Britt Müller, sum býr í Danmark.
Hon er dóttir Jens Müller, kallaður Pink, sum eisini hevur verið borgmeistari í Jyllinge á Sjællandi. Pápi Jens var fyrr umrøddi Poul Müller, f. 1902.
Ann Britt hevði lisið ættarsøgur í FF-blaðnum og spurdi, um eg visti nakað um Müllerfólkið. Tað gjørdi eg ikki tá.
Men vit funnu tó fram til, at vit bæði vóru í ætt frá ommu hennara Sunnevu í Skúvoy, sum hevði ættarbond til Norðragøtu og hesa ætt fekk hon alt at vita um! Tískil komu vit framvegis at hava samband okkara millum.
Men framvegis var áhugin hjá Ann Britt at vita meira um síni langabbasystkin og serliga um Poul. Hann var tann einasti av hesum trimum í ættini, sum var deyður og jarðaður í Grønlandi. Hann var ógiftur. Tí var heldur eingin av spyrja. Hann var kolonistjóri í Jakobshavn 1892-1901 og var roknaður sum ein framburðsmaður.
Sjálvir hevði eg havt góðar royndir málinum um Jacob Djurhuus at kanna skiftið av búgvinum í Grønlandi, og hetta varð so eisini roynt her.
Tá kom undan kavi, at í skiftin­um hjá Poul lógu einar 1.000 síður av brævaskifti á grønlendska skjalasavninum í Nuuk. Tað vil siga, at hetta vóru brøv, sum Poul hevur fingið. Tað finnast eisini nøkur fá, sum hann sjálvur hevði skrivað. Brøvini eru frá 1898 til 1901.
Hetta er sera umfatandi bræva­skifti. Lutvíst eru tað for­-r­ætningsbrøv við aðrar partnarar í Grønlandi og eisini Danmark sum t.d. frá arbeiðsgevaranum KGH.
Tað er eisini bræv frá ættar­fólki. Fyrst og fremst úr Føroyum, men eisini úr Canada frá beiggj­anum Hans Christian.
Brøvini frá ættini í Føroyum eru sera áhugaverd. Tey geva eisini nógv íkøst til at lýsa viðurskiftini í Havn um aldarmótið fyri gott 100 árum síðani. Her kemur eisini undan kavi, at viðurskiftini millum fólk ikki altíð hava verið sum vit halda.

Jens Mohr fekk Galway fíggjað
úr Grønlandi
Ann Britt Müller kemur seinni at hava serstakar lýsingar av Poul og Rasmus.
Her skal verða trivið í eina áhugaverda frásøgn, sum ikki hevur verið frammi fyrr, um fígging av einum skipakeypi.
Hetta er ein áhugaverdur partur av Havnar søgu og eisini av okkara skipasøgu. Hon verður lýst við brotum úr brøvum til Poul Müller.
Í 1900 fær hann eitt bræv frá Jens Mohr, sum er skipari og reiðari í Havn. Tað ljóðar soleiðis:

Thorshavn,
den 14de Marts 1900
Det vil vist nok forundre Dem at modtage Brev fra mig, da vi nu i en længere Aarerække har været saa langt fra hinanden.
Da man ved, at De er en holden Mand, vil jeg anmode Dem om at gjøre mig den store Tjeneste og laane mig nogle Penge ved det, at jeg har tænkt paa at kjøbe et Skib til Fiskeribrug for egen Regning. Som Forholdene nu stiller sig her paa Færøerne, maa man helst se til at arbejde paa egen Haand ved det, at Skipperlønnen er sat saa lav, at en Mand med familie ikke kan klare sig med den alene.
For at tage et eksempel, hvad Forskjel der er at kjøbe eget Skib, kjøbte N. Johannesen (Demmus við Á úr Húsavík), sum før har ført Sandoy, et Skib i fjor til sig selv, og han tjente iregnet sin Skipperløn sikkert kr. 7.000 kr. Det er naturligvis ikke alle, der er saa heldige, men en Mand, som er sikker paa godt Mandskab, vil altid kunde tjene godt, især som Fiskepriserne er.
Hvis De vil hjælpe mig, faar de natur­ligvis Sikkerhed. Skibet bliver selvfølgelig forsikr­et her i den gjensidige Assurance­forening. Skibene er stegne meget i Pris det sidste Aar. Johannes Hansen (í Funningsstovu) har kjøbt en Slup (helst Marshall), som kostede ham kr. 10.000. Af den Grund kan jeg ikke kjøbe Skib, med mindre jeg har Kr. 8.000 at arbejde med. De vil være saa venlig at stille deres Betingelser med hensyn til Afdrag og Renter, hvis De vil gaa ind paa at hjælpe mig
Venlig hilsen fra hele Familien.
Haabende paa at høre fra Dem forbliver jeg Deres hengivne

Jens Mohr

Svágurin stuðlar
Tann 2. april 1900 skrivar Jens Evensen, svágur Jens Mohr, bræv til Poul Müller um sama mál.
Jens Evensen var tá ein kendur keypmaður og reiðari, so hansara orð hava havt vekt. Brævið er soljóðandi:

Kjære Poul
Det undrer dig sagtens at modtage Brev fra mig, da dette just ikke gaar meget hyppig paa.
Jeg ved nemlig, at min Svoger Jens Mohr agter at komme til dig om at hjælpe ham til et Skib, som han agter at kjøbe og drive for egen Regning. Jeg kjender ganske vist ikke til dine økonomiske Forhold men antager, at Du har Raad til at hjælpe ham, hvis du vil og beder jeg dig meget herom.
Som dig noksom bekjendt har vores Forretning ikke Raad til meget, og kan vi være glade, naar vi kan skjøtte os selv.
Jeg ved ikke, hvad han har skrevet til dig, men jeg tror, det er hans mening at forrente og afdrage Beløbet med en fastsat Sum Aarlig samt at give dig Pant i Skibet og i det Beløb, som han maatte have staaende i Asssurancen.
Nu ved jeg ikke, om du skulde have betænkeligheder ved at laane Penge mod et saadant Pant, men jeg antager, at der er ikke meget at risikere.
Hvis Skibet ikke kan opnaa at blive assureret til et saa højt Beløb, som det kommer til at koste, haaber jeg, at Johan min Broder (sum eisini er kolonistjóri í Grønlandi), vil kautionere for det resterende Beløb. Jeg vil skrive til Johan herom.
Jens Mohr har jo haft Skib (Lalla Rookh), for et Aktieselskab, som jeg er korresponderende Reder for, men mener han at kunne fortjene mere, hvis han ejer Skibet selv, og er det meget sandsynligt, da Interesssen vil blive mere.
Som sagt, hvis vi havde havt raad til at hjælpe ham, vilde vi have gjort det, men vi er ikke i stand til det og haaber derfor, at du vil række en Haand.
Jeg haaber paa dit gunstige Svar ved første lejlighed.
Vejret har i den sidste Tid været godt, og lader det til at blive Fisk og gode Priser, saa vi faar maaske nogle gode Aar igjen for Fiskeskibene.
I Fredags fulgte vi vor Tante Olevine (hon var mostur Poul og upprunaligi eigarin av Vert­húsinum) til Graven.
Johan Joensen, (Grønlands Johan) og min Broder Johan (Evensen) kommer jo en Tid til at bo sammen ved Umanak, men det varer vel ikke længe, for Johan vil snart være Bestyrer.
Hvordan har du det efter at være kommet til Grønland igen? Man fik jo ikke Fornøjelsen af at se dig heroppe, da du var hjemme.
Herhjemme er det omtrent ved det gamle. Et par Ishuse er nu opførte i Thorshavn af Handels­foreningen og M.C. Restorff, og lader det til, at der er Penge at tjene for dem, der fanger Silden til Agn og sælger den.
Rasmus, din Broder, har ogsaa Lyst til at prøve sin Lykke ved Fiskeriet, idet han har købt to Skibe og agter at drive dem. Det var dem som Thomas Thomsen skulde skumme Fløde med. Men det var nok forkert beregnet lige som meget hos ham.
Vi har det alle sammen godt herhjemme hos os og haaber jeg ligeledes, at du befinder dig vel, og vil jeg til slut sende dig mine venligste hilsener.

Din hengivne

Jens Evensen

(Rasmus Müller keypti Marshall saman við Johannes Hansen. Hann eigur eisini í Misletoe og Prinsesse Marie.)

Politikkur verður drigin inn í málið
Nú sæst einki at henda fyrr enn árið eftir. Tann 15. februar 1901 skriver Jens Olsen, eisini kendur handilsmaður og reiðari, til Poul. Jens er giftur við systir hansara Petru.
Ein partur av brævinum snýr seg um arvin eftir teimum gomlu Müller, sum vóru deyð stutt frammanundan.
Jens kemur eisini inn á hetta skipakeyp, sum Poul hevur játtað at fíggja, eisini tí ymisk praktisk viðurskifti skulu greiðast.
Men Jens Olsen heldur einki um hesa fígging. Tað var ikki bara gingið væl í hond hjá Jens Mohr. Hann hevur jú havt fleiri jørn í eldinum.
Men so kemur tað fram, at tað eru eisini onnur meira at kalla ósaklig viðuskifti, sum spæla inn.
Jens Olsen skrivar:

“Jeg skal berøre en Ting, som du mulig er uvidende om. Afslutn­ingen af din Faders politiske Virk­somhed skete ved, at han faldt igjennem ved et Lagtingsvalg. Dette tog Sysselmanden sig meget nær. Blandt dem, der virkede imod din Faders Valg var D’Herrer Evensen og oven­nævnte Jens Mohr. Denne Tildrag­else gjør, at hverken jeg eller Søren, (beiggi Poul), fuldtud sympatiserer med ovennævnte Mand.”
H.C. Müller sat á tingi til 1892, so tað má hava verið hetta val, sum víst verður til. So hetta er ikki gloymt, hóast átta ár eru farin. H.C. Müller var annars tingmaður í 31 ár, á fólkatingi í 9 ár og í landstinginum í 21 ár.
Tað er eingin ivi um, at H.C. Müller var ein framúr maður, sum vit eisini fyrr hava greitt frá. Men hann var “sambandsmaður” og konservativur, meðan Evensen og Jens Mohr hava verið “sjálvstýrismenn” og meira frílyntir. So orsøkirnar fyri teirra mótstøðu móti H.C. Müller kann bert hava verið politisk.
Jens Olsen man eisini hava verið politiskt ósamdur við verpápan. Hann var nevniliga ein av teimum, sum kallaðu inn til jólafundin í 1888.




Kvett at eiga fiskiskip
Jens Olsen hevur eisini eitt sindur meira av fiskivinnusøgu í nevndu brævi, har hann skrivar:
Din Broder Rasmus, der nu er Husejer i København, hvor han bor i sin egen Villa, har kjøbt en Kutter gennem Søren, og en af Oyggjafelagis Skippere, der vilde arbejde for sig selv, er Fører af den, og skal være Eier af den halve Skude, saa snart han kan betale sig Andel. Det er kun et Aar denne Skude har arbejdet. Den kostede 7.800 kr. men din Broder Rasmus har allerede indkasseret et Par Tusinde Kroner, som sin Andel af Gevinsten. Skipperen er ganske vist ogsaa den bedste af vore Fiskere, nemlig Johannes Hansen í Funningsstovu.
Dersom en anden af vores Skippere skulde finde paa at arbejde for sig selv og hertil blive tilbudt Assistance fra anden Side, hvilket slet ikke er usandsynligt, saa vil jeg anbefale dig at gaa sammen med en saadan Skipper paa lignende Maade som Rasmus. Jeg skal i saa fald med fornøjelse varetage dine og Skibets Interesser. Men den første betingelse for et heldigt Resultat af en saadan Forretning er, at man har en Mand til Skipper, som er fuldtud kvalificeret.
Tænk over dette Spørgsmaal. Jeg vilde sætte stor Pris paa at kunde hjælpe en af vore flinke Skippere til noget bedre, fremfor at han skal tages fra os ved lignende Tilbud fra anden Side.

Poul stóð við
síni tilsøgn
Men Poul lat seg ikki vika, hóast støðuna hjá Jens Olsen. Hann hevði givið Jens Mohr sína tilsøgn, og hon stóð við.
Tann 7. mars 1901 skrivar Ras­mus Müller til Poul frá sínum bústaði Dr. Olgasvej 17 í Keypmannahavn.
Tað er týðuligt at Müllermennir eiga pening. Teir hava helst forvunnið nógv í Grønlandi, og teir hava eisini arvað heilt fitt. Tað er so mikið nógv, at tað er ikki sørt av tvídrátti. Rasmus heldur, at tað er ein góð íløga at keypa hús í Keypmannahavn, og hetta er uttan iva rætt.
Rasmus kemur eisini inn á lánið til Jens Mohr. Her snýr tað seg um at tryggja lánið best møguligt.
Men Rasmus kemur eisini inn á lønsemið í at eiga skip, og hann skrivar:
“Jens Olsen har vist skrevet til dig at anbringe Penge i et Fiskeskib, hvis du har lyst dertil. Det kan være en god Forretning.
Et Skib, (W.G. Marshall), som Søren og jeg er sammen med Johannes í Funningsstovu gav sidste Aar 66 2/3%, uagtet det var første Aar, hvor der altid er flest Udgifter. De to Skibe vi købte af Thomsens Bo, gave derimod intet nævneværdigt Udbytte (hvor meget ved jeg endnu ej), da vi havde to sløie Kaptajner. I disse dage har jeg kjøbt det 4. Skib, som vi have sammen med en af de dygtigste Kaptajner, som jeg har kapret fra O. Finsen, hvorover denne rimeligvis er rasende. Et Skib Søren alene har sammen med denne Mands Broder gav i 1899 og 1900 godt og vel 120%.
Nu Lev vel. Mange hilsener fra Anna og Din hengivne Broder.
R. Müller."
Anna er kona Rasmus. Tey vóru barnleys.
Tann umrøddi Jóhannes í Funn­ingsstovu var ein rættur sjómaður. Hann fór 14 ára gamal at sigla í uttanríkisfarti. 22 ára gamal fór hann á stýrimansskúla í Danmark. Hann byrjaði at føra skip í 1885, og var hann skipari til 70 ára aldur. Tað gekk væl hjá honum við fiskarínum. Hann greiddi eisini frá í eini blaðsamrøðu, at hann ongantíð misti mann ella hevði óhapp sum at sigla á land. Hetta var væl sloppið tá í tíðini.
Tann umrøddi Finsen var Olaf Finsen (1859-1937.) Hann var sonur landfútan og seinna amt­mann­in Hannes Finsen. Olaf hevði apotek, timburhandil og annað virksemi. Hann var beiggi kenda læknan Niels Finsen.
Olaf Finsen var eisini løgtings­maður. Hann fór úr Føroyum í 1913.

Jens Mohr takkar
Tann 22. apríl 1901 skrivar Jens Mohr til Poul Müller:

Kjære Hr. Müller,

Først af alt maa jeg meget takke Dem for, at De saa velvilligt imøde­kom mit Ønske at laane mig Penge for at kjøbe Skib. Jeg er an­­kommen i Fredags med et dejligt Skib fra England, kun 9 Aar gammelt. Notefast og udrust­et paa det bedste og med Dam i, som nu fordres, eftersom vi som regel seile til Grimsby med Salt­fisk om Efteraaret, og man til den Tid kan faa levende Fisk godt betalt.
Jeg var i København og traf Brødr. Trier (meklarar), som er Folk, jeg synes godt om.
Jeg haaber, at De bliver tilfreds med Sikkerheds- og Betalings­vilkaar, som de selvfølgelig faar Underretning om fra d’hrr Trier.
Skibet kostede £ 625, som jo er mange Penge, men det har ogsaa meget at sige at have et Skib, som i flere Aar kan gaa foruden nogen Reparation.
Jeg fik af Hr. Trier £ 420, altsaa der bliver fuld sikkerhed ved et at der kun gaar ¼ fra for at blive optaget i den gensidige Assurance her.
Ingen af Skibene have fisket noget endnu paa grund af det meget daarlige Vejr, vi har haft hele April maaned, saa jeg har ingenting forsømt endnu.
Her er en sørgelig Ulykke sket ved det, at Suduroy har sejlet et Skib fra Vestmanna til Bunds og 3 Mand døde.
Min hustru beder hilse mange Gange.
Haabende paa, at disse Linier træffe Dem ved godt helbred forbliver jeg deres Forbundne

Jens Mohr

Galway, skúlaskip hjá Bartal Kass
Tað áhugaverda er eisini, at tað við teimum samskiftis­møgu­leikum, sum vóru tá, bar til at greiða eina slíka fígging av einum skipakeypi frá einum ári til annað.
Tá var eingin banki í Føroyum. Nógvir reiðarar keyptu skip við reiðum peningi, men lat hetta seg ikki gera, mátti lænast so ella so, og hetta gjørdi Jens á hendan hátt.
Men Poul Müller fekk ikki møgu­leika fyri øðrum tiltøkum. Hann doyði nevniliga longu sama ár, nevniliga í 1901.
Skipið, sum Jens Mohr fekk fíggjað hjá Poul Müller var TN 22 Galway. Jens var skipari á henni fram til 1907, og hann seldi hana í 1909, til J.J. Johannesen og J.H. Hansen, skiparar, sum áttu helvt um helvt. Reiðari var Jens Evensen. Í 1917 verður hon seld til Sandavágs.
Galway var bygd í 1891, og hon var 83,11 tons. Manningin var 14.
Ein av teimum, sum var við Galway, var Grækaris Madsen úr Kvívík. Hann greiddi millum annað frá í Føroya Siglingarsøgu:
“Fyrstu 7 árini var eg við Galway við Jens Mohr. Har var einki borð í lugarinum. Bakkin við toskarhøvdum, ella hvat ið kundi vera til døgurða, stóð á dúrkinum. Vit sótu og ótu, meðan bakkin slongdist higar og hagar, tá ið tað ikki var gott í sjónum. Men hýrurin var góður, og mong skemtan var um hesa borðreiðing og stundum var okkurt ørindi yrkt.”
Ein av teimum, sum hevði Galway sum skúlaskip í 1913 var Bartal í Kass á Strondum, sum seinni gjørdist ein kendur skipari.
Galway var á ymiskum hondum aftaná Jens Mohr. Ludda Kristian keypti hana aftur til Havnar. Men Niels Juel Mortensen á Tvøroyri keypti hana 12. mai 1930, men nú var hon bert brúkt sum hulkur.
Henda íløgan hjá Poul Müller kom tískil at vera føroyska sam­felagnum til nyttu í nærum 30 ár.

Um Jens Mohr
Jens Mohr (1855-1931) var skip­ari, reiðari og sjómans­skúla­lær­ari, og verður í nýggju Havnar­søguni lýstur sum slóðbrótari á fiskivinnuøkinum.
Jens átti saman við bróður sín­­­­um Vilhelm sluppina Vega, sum hann eis­ini førdi fyrst í 1880-unum.
Í 1884 gjørdist Jens partaeigari í felagnum, sum átti sluppina Margretha, uppkallað eftir konu hansara. Jens var skipari, til skipið varð selt til Íslands í 1889.
Í 1896 er tað, at hann keypir Lalla Rookh saman við sváginum Jens Evensen. Hetta skip førdi hann fram til 1901, tá ið hann fór úr felagnum. Lalla Rookh var serliga kend, tí Hans Andreas Djurhuus var við har. Tá er tað, at hann keypir Galway.
Frá 1908 til 1913 førir Jens Mohr farmaskipið Føringur hjá Mortensen monnunum á Tvør­oyri. Hann sigldi millum Føroyar, Danmark og Ongland. Eisini sigldi hann á hvørjum ári til Spania við klippfiski og kom aftur við Ibizasalti. Eftir hetta sigldi hann onkuntíð sum avloysari fyri stýrimannin á Smiril, sum Mortensenmenninir eisini áttu tá.


Komandi partur
Í komandi parti verður millum annað greitt frá beiggja Poul, Hans Christian, sum fór til Amerika. Eisini verður greitt frá Johan Evensen, og tá ið hann fær vitjan av kenda polargranskaranum Ludvig Mylius Erichsen