B36 er í finaluni í kappingini um løgmanssteypið annað árið á rað. B36 vann í dag 4-0 á Suðringum á útivølli í seinnu hálvfinaluni, og vann harvið ein samlaðan 8-2 hálvfinalusigur á Suðringum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr Hilmar Jan Hansen siga frá teimum fýra málunum hjá B36 á Rás2. Jón Pauli Olsen var viðmerkjari. Tíverri var 4G sambandið ikki nøktandi við Stórá í Trongisvági, tá 1-0 og 4-0 málini komu, og tíverri er ikki talan um fulla frásøgn av teimum báðum málunum.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Meinhard E. Olsen hjá B36, ið var eyðsýndur í dag, men hevði ikki marginalarnir við sær tá hann rakti stongina hjá Suðringum við góðari skotroynd.
3) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B36, ið stórfegnaðist um at avrikið hjá sínum monnum, og at verða í steypafinaluni aftur.
Í fjør tapti B36 0-1 ímóti NSÍ í steypafinaluni. Í finaluni møtir B36 antin HB ella AB, so talan verður um eina grannauppgerð í finaluni óannsæð úrslitið millum AB og HB.
Suðringar - B36 0-4 (0-3)
Seinna hálvfinala í kappingini um løgmanssteypið
B36 fer í finaluna við samantaldum 8-2 sigri
0-1: Benjamin Heinesen
0-2: Kaimar Saag
0-3: Odmar Færø
0-4: Kaimar Saag
Dómari: Petur Reinert
Samrøðan Hilmar Jan Hansen Stefan Radosavljevic hjá Suðringum hoyrist HER