TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgnina Tróndur Arge hevði av teimum trimum málunum hjá KÍ á Svangaskarði á Toftum, tá oddaliðið vann 3-0 á B68 fyrr í dag.
Sigurin merkir, at KÍ aftur hevur eina fjarstøðu uppá fýra stig niður til Víking, og fimm stig niður til NSÍ. Komandi fríggjakvøld tekur KÍ ímóti Skála á summarfestivalinum norðuri í Klaksvík.
André Olsen var viðmerkjari til frásøgnina hjá Tróndi Arge, og vit hoyra eisini samanumtøkuna hjá André í hesum ljóðbrotinum.










