Tað var Jóhan Thorleifsson, sáli, sum í 1975 fór undir at framleiða máling á Strondum, og í 1996 keyptu Jógvan Óli á Fríðriksmørk og Eivind Jacobsen virkið.
- Eg haldi, vit kunnu siga, at tað var Jóhan Thorleifsson, sum legði grundarlagið undir tað virkið, sum vit hava í dag. Hetta var hansara lívsverk, sigur Jógvan Óli á Fríðriksmørk um mannin, sum doyði herfyri.
Jóhan Thorleifsson var strandingur, men búði í Havn í
nógv ár. Hann var ógiftur maður, var skipsføraralærdur og hevði siglt nógv úti.
Eingin steðgur
Jógvan Óli vísir á, at P/F Máling er væl fyri í dag, og øll árini síðan 1975 hevur virkið framleitt máling.
- Jú, eg vil siga, at virkið er væl fyri, og soliditeturin er góður.
Stjórin sigur, at málingavirkið á Strondum er ikki, sum so nógv annað í samfelagnum, farið á húsagang, og virkið er ongantíð sanerað.
- Við árunum er virkið vorðið útbygt, og framleiðslan av máling er rationaliserað, soleiðis at brúk er ikki fyri so nógvum fólki sum áður, sigur Jógvan Óli á Fríðriksmørk.
Á málingavirkinum á Strondum arbeiða trý fólk