Málið skal ikki verða nøkur forðing

Landsstýriskvinnan í Mentamálum, Annita á Fríðriksmørk vil beina allar málsligar forðingar av vegum, tá føroyingar fara út um landoddarnar í útbúgvingarørindinum. Fyri at økja um talið á teimum, sum velja onnur lond enn Danmark og enskt talandi lond at útbúgva seg í, verður møguleiki at fáa eitt ókeypis málskeið í framtíðini

Vit skulu hava fleiri fólk, ið útbúgva seg aðrastaðni enn í Danmark og enskt talandi londunum. Hetta er greiði boðskapurin frá landsstýriskvinnuni í mentamálum, Annitu á Fríðriksmørk.
Ein stór forðing hjá lestrarhugaðum føroyingum at velja onnur lond enn eitt nú Danmark ella Ongland er málið. Ein setist aftur, tí ein er ótryggur við onnur mál enn danskt og enskt, og tað kann verða ein forðing fyri at fáa so gott úrslit sum gjørligt. Hetta ætlar landsstýriskvinnan í mentamálum, Annita á Fríðriksmørk, at gera nakað við.


Forðing burtur
Í framtíðini fara føroyingar, sum velja útbúgvingar í øðrum londum enn Danmark og enskt talandi londunum, at fáa eitt ókeypis málskeið, áðrenn farið verður undir sjálva útbúgvingina. Við hesum, er málið frá politiskari síðu at beina fyri málsligu forðingini.
Holger Arnbjerg, ið starvast á Altjóða Skrivstovuni fegnast um ætlanina hjá landsstýriskvinnuni.
? Í dag búgva 92-93% av øllum lesandi í Danmark ella einum enskt talandi landi. Einstøk eru í Spania, Italia, Kina, Kuba, Fraklandi og Týsklandi, men hetta tal kundi verið størri. Innan eitt nú ferðavinnuna í Føroyum skríggja tey eftir fólki, sum duga týskt, franskt og spanskt, og tað er at gleðast um, at man frá politiskari síðu vil gera nakað fyri, at fólk eisini velja hesi lond at útbúgva seg í, sigur Holger Arnbjerg millum annað.
Annita á Fríðriksmørk sigur, at hon heldur tað er ómetaliga týdningarmikið, at føroyingar leita sær útbúgving í so ymiskum londum sum gjørligt. Hetta tryggjar neyðuga fjølbroytni í samansetingini av teimum ymisku útbúgvingunum. Hon vísir millum annað til, at føroyingar í dag samskifta við ein hópin av ymiskum londum, og tað er avgjørt ein styrki, at vit hava fólk sum kenna til mentan og mál hjá teimum londum, vit samskipa við.

Byrjar í dag
Í dag fer útbúgvingarstevnan, Markleys útbúgving, av bakkastokki í Norðurlandahúsinum. Endamálið við stevnuni er at kunna um óteljandi útbúgvingarmøguleikarnar úti í heimi.
Heitið Markleys útbúgving sipar til, at tíðar- og staðbindandi mørkini fyri at taka eina útbúgving eru ikki so týdningarmikil longur sum fyrr. Útbúgvingarstevnan skal verða við til at eggja bæði yngri og eldri at fáa nýggj hugskot til nýggjar avbjóðingr á teirra útbúgvingar- og lívsleið
Markleys útbúgving verður bæði fríggjadagin og leygardagin í Norðurlandahúsinum og ùtvarpshøllini.