Hetta tiltak er beinleiðis týtt úr donskum: »Der hjælper ingen kære mor«, sum í sjálvum sær gevur góða meining: hjá einum, sum er komin illa fyri, dugir ikki altíð at rópa á mammu sína um hjálp. Men hetta er í royndum eldri orðafelli, avbronglað og umtýtt. Fólk hevur ikki longur sæð høpi í, tí høvuðsorðið í tí er vorðið »fornorð« fyri teimum. Tað ljóðaði upprunaliga: »Der hjælper ingen kæremål«. Hetta gamla løgfrøðiorðið kærumál, ið merkir »tað at skjóta mál inn fyri hægri rætt«, hava tey so týtt um til hitt barnsliga »kære mor«, og vit føroyingar eru sum ikki einaferð skjótir at taka við. »Tað hjálpa eingi føgur orð við slættibøku«, er orðatiltak, sum vit hava átt frá fyrndini og sum man siga á leið tað sama.
TIL FYRIMUNAR
Tað er ikki óvanligt at hoyra tíðindafólk og onnur taka til, at eitthvørt er »til fyrimuns« fyri einhvønn. Summi toyggja á u-ið, onnur hava tað stutt, sum ljóðfrøðiliga man vera á rættaru leiðini: fleiri enn eitt hjáljóð stytta yvirhøvur sjálvljóð, sum undan fer. Munur er eitt av teimum kallkynsorðum, sum enda við -ar í hvørsfalli eintali og við -ir í hvør- og hvønnfalli í fleirtali. Tí hevði tað verið ruddiligari málfrøðiliga og ljóðaði eisini væl betur í oyrum, um vit søgdu til fyrimunar heldur enn hitt.
Orðafar nr. 38, 1994