BUMMLYFTARI
Tað sær út sum, at tá onnur halda summarfrí, hava málararnir kring landið úr at gera. Um turt er í veðrinum er hetta tann besta tíðin á árinum at mála í, leingi ljóst og kanska lætt at fáa ungfólk, ið hava summarfrí, at hjálpa til í málaraarbeiðinum. Stóri bygningurin hjá Berg Motors á Hálsi, ið annars ikki hevur verið so litfagur, er nú málaður í øllum ælabogans litum. Við tað at ein bummlyftari, har tann sum málar, stendur í eini lyft og stýrir hesi lyftini akkurát har hann sjálvur vil, bleiv brúktur, gekk arbeiðið skjótt fyri seg. Um undirlendið rundan um bygningin er slætt, er ongin trupulleiki at mála ein stóran bygning uppá heilt stutta tíð. Hallið á undirlendinum má tó ikki verða meira enn 5 stig
Bygningurin hjá Berg Motors bleiv málaður av Anskar Hansen, málarameistara í Klaksvík, ið hevði leiga ein Manitou 165 ATJ bummlyftara frá Sp/f KBI v.Karl Birgir Isaksen í Klaksvík. Fyritøkan umboðar nógv ymisk sløg av maskinum og amboðum til ídnaðin og byggivinnina, sum teir selja ella leiga út. Manitou 165 ATJ trekkjur og dreygar á øllum fýra hjólunum, lyftin lyftur 2 persónar ella 250 kg og arbeiðshæddin er upp til 16.50 m.