Ómøguligur maður endaði í brummuni

Seinasta døgnið hevur verið friðarligt hjá løgregluni; ein ómøguligur maður í Havn svav rúsin av sær í brummuni, og ein bilførari verður ákærdur fyri rúsdrekkakoyring. Løgreglan hevur havt eitt rættiliga friðarligt døgn.

- Vit vórðu boðsendir til eitt skeinkistað í Havn, har ein maður var vorðin rættiliga fullur og ómøguligur, so vit tóku hann við á støðin at sova rúsin av sær. Hann er júst farin av støðini aftur, sigur vakthavandi á løgreglustovuni í Havn.

Maðurin verður skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar.

Hetta hendi stutt eftir klokkan 20 í gjárkvøldið, og nakað seinni, um 22.30-tíðina, fekk løgreglan so boð um ein bil, sum var farin niðan av vegnum beint norðan fyri Hvalvík.

- Tað vísti seg, at talan var um rúsdrekkakoyring, og maðurin er tí skuldsettur fyri at koyra ávirkaður, sigur vakthavandi.