Hóast grátt og keðiligt í morgun, boðar danska veðurstovan frá betri veðri seinni.
Gul til stívt andøvsgul av eystri, stundum upp í ein strúk, og támut og regn av og á.
Seinnapartin minkar hann um vindin og skiftir ættina í ein sunnan. Tað verður turt, og sum frálíður klárari við sólglottum.
Í kvøld og í nátt verður klárt í støðum, og lot til anøvsgul av útsynningi, men seinni í nátt verður skýggjað og kanska mjørki.
Hitin alt samdøgrið um átta og 14 stig, og tað verður køli í nátt.