Í eina tíð hava leysasøgur vilja verið við, at ætlanir eru um bowlinghøll í Vági. Tað sigst, at í einum stórum bygningi á bryggjuøkinum eru ætlanir at hýsa høllini. Men eigararnir vilja ikki vátta tíðindini.
Me um so er, so er óivað møguligt at hava høllina lidna til jóansøku, sum søgurnar eisini hava viljað verið við, at ætlanin er. Húsini eru stór og í góðum standi og at leggja bowlimgbanar tekur óivað ikki so langa tíð, tá umstøðurnar annars eru góðar.
Men hesi tíðindi eru ikki váttað. Hinvegin stendur fast, at sunnudagin hevur TB aðalfund og á skránni er m.a. bygging av bowlinghøll, sum ein fyrireikingarbólkur hevur kannað og fyrireikað.