Møgulig diaré bakteria í vatninum á Tvøroyri

E-coil er funnið í drekkivatninum á Tvøroyri

Tvøroyrar Kommuna heitir á borgarar í kommununi um at kóka drekkivatnið. Orsøkin er, at e-coli bakteria er funnin í drekkivatninum. 

 

 

Hetta ávirkar fólk á Tvøroyri, í Froðba, í Trongisvági og í Øravík. Hvør orsøkin er veit Tvøroyrar kommuna ikki enn, men sambært Facebook síðuni hjá kommununi verður nú arbeitt við at finna fram til orsøkina til e-coli  bakteriuna i vatninum. 

 

 

E-coli baktierur er eitt felagsnavn fyri ein bólk av bakterium, sum vanliga eru at finna í tarmunum hjá menniskjum. Hesar gagna sodningini hjá menniskjum, og viðvirka til, at sjúkuframkallandi bakteriur ikki vinda upp á seg í tarmskipanini. Men nøkur serlig sløg av e-coli bakterium við sjúkuframkallandi evnum eru eisini, sum kunnu elva til álvarsama diaré. Hetta skrivar sundhed.dk