Møguleikin fór á vestfalli

07Vestur hevði nóg nógvar málmøguleikar til at punktera dystin í øðrum hálvleiki. Men teir tóku ikki av, og seinastu løtuna fór B36 við øllum

Fótbóltur

 

Tað vóru tvey kroyst lið, sum fór á vøllin í Gundadali, seint seinnapartin leygardagin. Óhugaliga støðan á stigatalvuni merkti tað manglandi undirhaldið í fyrra hálvleiki. Longu í fyrsta minuttinum kom Bergur Midjord í eina góða støðu, men Trúgvi Askham í O7-Vestur málinum vardi væl fyri. Aftaná tann málmøguleikan gjørdist nærmast talan um tómgongd í ein heilan hálvleik.

Tór Ingar Akselsen hevði eitt skot frá 20 metra fjarstøðu, men annars hendi sera lítið í nærum 40 minuttir. Bæði liðini høvdu lítið at bjóða uppá, men so kom knappliga meiri ferð á dystin. Tá 39 minuttir vóru farnir kom Tór Ingar Akselsen at standa væl fyri. Tór Ingar trekti framvið tveimum verjuspælararum hjá B36, og plasseraði bóltin væl framvið Jóan Paula Jacobsen í B36-málinum, og 07Vestur var á vinnarakós.

 

Kundu avgjørt

B36 vóru framvegis tannleysir fyrra partin av øðrum hálvleiki. 07Vestur hevði tríggjar góðar málmøguleikar hesa løtuna, har vágamenn kundu økt um leiðsluna, og harvið tryggja sær leiðsluna í dystinum.

Longu tá fýra minuttir vóru farnir kom Da Silva at standa í einari góðari støðu í B36-brotsteiginum, men hann skeyt við síðunnar av. Tá eitt stórt korter var farið fekk Jóhan Petur á Stongum ein stóran møguleika at skora til 2-0, men hann stútaði upp um málið.

Tá 67 minuttir vóru farnir, fekk Da Silva tann størsta málmøguleikan, tá hann í einari fríari støðu við einum kavandi stútara ikki fekk umsett møguleikan til eitt mál. Bólturin fór dygst framvið stongini.

 

B36 vaknar

Tá 70 minuttir eru farnir vaknar B36. Heimaliðið gjørdist meiri málsøkjandi, og Klæmint Matras stútaði á yvirleggjaran. Løtu seinni fær Da Silva ruddað burtur frá málstrikuni hjá 07Vestri.

B36 helt áfram við at trýsta. Tá 85 minuttir vóru farnir fær verjan hjá 07Vestur ikki ruddað bóltin burtur av vandaleið. Sjúrður Thomassen finnur Magnus Olsen, sum frá stuttari fjarstøðu fær sett bóltin framvið Trúgva Askham til 1-1.

Men skaðin skuldi gerast enn størri hjá vágamonnum. Fimm minuttir vóru lagdir aftrat, og í yvirtíðini fær Bogi Hermansen við einum dundurskoti lagt B36 á odda við einum sera væl plasseraðum skoti, sum sat dygst í uppi í horninum.

Fagnaðurin var so stórur hjá B36-spælarunum, at ein skuldi trúð at teir høvdu lagt seg á odda í Vodafonedeildini, men hjá tí svanga er alt søtt.

Talan var um ein seksstigsdyst. Ístaðin fyri, at munurin bert gjørdist trý stig millum liðini á stigatalvuni, so gjørdist munurin níggju stig.