Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið hava verið í dýrdarveðri í kvøld. Í Klaksvík endaði tað 1-1 millum KÍ og EB/Streym, og í Gøtu vann Víkingur 3-2 á NSÍ.
Úrslitini í kvøld bera við sær, at tað er púra opið undan seinnu hálvfinalunum, sum verða spældar 7. august. Finalan verður 24. august, og hóast tað eftir fyrru hálvfinalurnar framvegis er spenningur um, hvørji lið fara at røkka finaluni, so mugu vánirnar roknast at vera góðar fyri, at tey bæði liðini, sum í fjør vóru í finaluni, aftur í ár fara at spæla finalu um løgmanssteypið.
Í fjør vann Víkingur løgmanssteypið eftir dramatiska finalu ímóti EB/Streymi, sum seinni á árinum tryggjaði sær FM heitið. Úrslitið í steypafinaluni var 2-2, og eftir longda leiktíð var støðan 3-3. So varð farið til brotssparkskapping, og hana vann Víkingur.
Fyrru hálvfinalurnar
Í kvøld
KÍ-EB/Streymur 1-1 (0-1)
0-1: Leif Niclasen 29.
1-1: Jógvan Isaksen 53.
Dómari: Petur Reinert
KÍ: Meinhard Joensen - Gunnar Christiansen, Jógvan Isaksen, Oddmar Marsten, Heðin á Lakjujni - Atli Danielsen, Ivan Joensen - Álvur F. Christiansen (John Hammer, 87.), Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen (Heðin Klakstein, 78.) - Páll A. Klettskarð
Gult kort: Heðin á Lakjuni
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen - Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam, Niels Pauli Danielsen (Gunnar Zavhariasen, 68.) - Levi Hanssen (Jónstein Magnussen, 90.), Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen
Gult kort: René Tórgarð, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Gert Hansen
Víkingur-NSÍ 3-2 (1-1)
1-0: Hans Jørgen Djurhuus 32.
1-1: Klæmint A. Olsen 39.
1-2: Pól Jóhannus Justinussen 51.
2-2: Hanus Jacobsen 71.
3-2: Kaj Leo í Bartalsstovu 73.
Dómari: Lars Múller
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig - Jann Ingi Petersen (Heðin Hansen, 46.), Hans Jørgen Djurhuus (André Olsen, 65.), Filip Djordjevic (Per Gregersen, 74.) - Kaj Leo í Bartalsstovu, Finnur Justinussen, Hanus Jacobsen
Gult kort: Dánjal Pauli Lervig
NSÍ: Kristian Joensen - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv - Andrass Frederiksberg, Sjúrður Jacobsen (Magnus Olsen, 69.), Árni Frederiksberg (Debes Danielsen, 80.) - Jann Martin Mortensen, Klæmint A. Olsen, Andy Olsen
Gult kort: eingin
Hvussu teir báðir dystirnir í kvøld myndaðust ber til at lesa meiri um niðanfyri her:
---
Lars Múller hevur bríkslað fyri síðstu ferð í góðveðrinum í Gøtu. Úrslitið var 3-2 til Víking í sera spennandi og skiftandi uppgerð.
Hans Jørgen Djurhuus legði Víking framum, tá ið ein hálvur tími var farin, og fimm minuttir undan steðginum javnaði NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen við stútara.
Pól Jóhannus Justinussen legði NSÍ framum eftir hornaspark, men Víkingur svarað væl og virðiliga aftur. Hanus Jacobsen javnaði til 2-2, og Kaj Leo í Bartalsstovu skoraði sigursmálið.
Merkisvert var tað, at allir tríggir sentralu miðvallararnir hjá Víkingi noyddust av vøllinum - Jann Ingi Peterse, Hans Jørgen Djurhuus og Filip Djordjevic.
LIÐUGT
3-2
85) 3-2
Tað kann vera, at tað so smátt er farið at kennast, at hetta er 1. hálvleikur av stríðnum um finaluplássið. Árni Frederiksberg er farin av vøllinum, og inn á NSÍ liðið er Debes Danielsen komin.
80) 3-2: Kaj Leo í Bartalsstovu 76.
Víkingarnir hava orduliga fingið høvdið fyri seg. Eftir lítlari løtu hava teir vent hóttandi tapi til 3-2 leiðslu. Hesa ferð var tað Kaj Leo í Bartalsstovu, sum hegnisliga sneiddi seg leysan av verjuni og legði bóltin upp í málhornið. Finnur Justinussen spældi hann leusan.
Filip Djordjevic er farin av vøllinum, og inn á Víkinga miðvøllin er Per Gregessen komin. Harvið eru allir teir tríggir sentralu Víkina miðvallararnir skiftir út!
75) 2-2: Hanus Jacobsen 73.
Víkingur hevur svarað aftur, so støðan nú er 2-2. Bárður Hansen legði fríspark innfyri úr vinstru, og Hanus Jacobsen, sum aftur í kvøld er vongur í vinstru, stakk seg upp og stýrdi við høvdinum bóltini handaru síðu av málinum. Víkingur tykist orduliga hava fingið blóð á tonna!
70) 1-2
NSÍ hevur framt sína fyrstu útskifting. Verjukendi miðvallarin Sjúrður Jacobsen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Magnus Olsen.
65) 1-2
Víkingamiðvøllurin hevur leingi verið skaðadarvaður, og soleiðis er tað eisini í kvøld. Jann Ingi Petersen kom ikki á vøllin eftir steðgin, og nú er málskjúttin hjá Víkingi, Hans Jørgen Djurhuus, farin av vøllinum. Í hansara stað er komin André Olsen.
60) 1-2
Støðan er tann sama, og tað er framvegis tætt og spennandi í oyggjauppgerðini.
55) 1-2: Pól Jóhannus Justinussen 54.
NSÍ er við at leggja seg í góða støðu í stríðnum um finalusessin við steypavinnararnar í fjør. Nú er NSÍ á odda 2-1 í Sarpugerði. Málskjútti var miðverjin pól Jóhannus Justinussen, sum eftir hornasparksinnlegg setti bóltin i Víkinga málið.
46) 1-1
Teir eru komnir á vøllin aftur í Sarpugerði, har tað í stóru fjøldini síggjast nógvir hvítklæddir áskoðarar. Tað er sjáldan, at líkindiini at hyggja eftir fótbólti eru so góð, sum tey eru í kvøld!
Jann Ingi Petersen kom ikki á vøllin aftur eftir steðgin. Í hansara stað er komin Heðin Hansen.
HÁLVLEIKUR
1-1
45) 1-1: Klæmint A. Olsen 40.
Teir eru farnir at hvíla seg í dýrdarveðrinum í Sarpugerði. Støðan er 1-1. NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen stýrdi fimm minuttir undan steðginum bóltin í málið aftanfyri Heza Turi, eftir at fríspark varð lagt innfyri. Klæmint vann luftdystin ímóti verjuni og skoraði. Eftir at teir høvdu javnað vístu NSÍ spælararnir, at teir hava møguleika at spæla við um sigurin í kvøld.
30) 1-0: Hans Jørgen Djurhuus 29.
Í dýrdarveðrinum í Sarpugerði hevur heimaliðið lagt seg á odda. Miðvallarin Hans Jørgen Djurhuus smekkaði langskot í netið aftanfyri U-21 landsliðsmálverjan Kristian Joensen.
15) 0-0
Fyrsta korterið hevur tað verið týðuligt, at taðso at siga er 1. hálvleikur í kvøld. NSÍ hevur fyri tað mesta verið í verjustøðu, og Víkingur hevur verið oftari framvið. Størsta møguleikan hevði miðvallarin Filip Djordjevic eftir tríggjar minuttir, men einki spurdist burturúr.
Víkingur-NSÍ kl. 19.00
Dómari: Lars Múller
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig - Jann Ingi Petersen, Hans Jørgen Djurhuus, Filip Djordjevic - Kaj Leo í Bartalsstovu, Finnur Justinussen, Hanus Jacobsen
NSÍ: Kristian Joensen - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv - Andrass Frederiksberg, Sjúrður Jacobsen, Árni Frederiksberg - Jann Martin Mortensen, Klæmint A. Olsen, Andy Olsen
------
Tað er framvegis púra opið, um tað verður KÍ ella EB/Streymur, sum skal spæla finalu um løgmanssteypið 24. august. Í fínum líkindum í Klaksvík í kvøld endaði fyrra hálvfinalan millum hesi bæði liðini 1-1. Leif Niclasen skoraði upp á fyrsta upplagda málmøguleikan, sum EB/Streymur hevði.
Miðverjin Jógvan Isaksen javnaði miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Klaksvíkingar eiga at iðra seg um, at teir ikki løgdu seg framum við einum ella tveimum málum fyrsta korterið, tá ið teir høvdu fleiri risastórar málmøguleikar.
LIÐUGT
1-1
90) 1-1
John Hammer er komin inn á KÍ liðið í staðin fyri Álv F. Christiansen
Jónstein Magnussen er komin inn á EB/Streyma liðið í staðin fyri Levi Hanssen.
85) 1-1
Tað er lívligt, og tað kennist ikki, at liðini hugsa so nógv um, at hetta er fyrra av tveimum uppgerðum. Innskiifti Heðin Klakstein hjá KÍ hevur havt góða roynd. Hann varð spældur leysur á brotsteigarmarkinum í høgru, skotinum bildi einki, men bólturin fór dygst framvið handara stólpanum.
Gert Hansen hjá EB/Streymi hevur sæð gult eftir at hava steðgað Hjalgrími Elttør óregluliga.
80) 1-1
Heðin Klakstein er komin inn á KÍ miðvøllin í staðin fyri Kristoffur Jakobsen.
KÍ hevur havt fleiri hornaspørk, men einki er komið burturúr.
Hans Pauli Samuelsen hevur verið púra leysur eftir innlegg úr høgru frá Gunnari Zachariasen, og eftir at Pætur Dam Jacobsen við høvdinum legði bóltin fyri føturnar á landsliðsspælaranum, men Hans Pauli varð taklaður júst sum hann skuldi skjóta.
75) 1-1
Gunnar Zachariasen er komin inn á EB/Streyma liðið í staðin fyri Niels Paula Danielsen.
Síðani innskiftingina hevur EB/Streymur verið framvið tvær ferðir.
Klaksvíkingar spældi sunnudagin, og spurningurin er, um møðin nú fer at síggjast. Tað fæst at síggja!
EB/Streymur hevur hildið frí síðani fríggjakvøldið.
70) 1-1
Egil á Bø hjá EB/Streymi hevur sæð gult fyri óregluliga at steðga Hjalgrími Elttør.
Heðin á Lakjuni hevur sæð gult fyri at fella Pætur Dam Jacobsen hjá EB/Streymi.
65) 1-1
René Tórgarð í EB/Streyma málinum hevur sæð gula kortið fyri at geva sær ov góða tíð. Kortinin er tað einki, sum bendir á, at EB/Streymur letur sær lynda at spæla javnt. Báðir partar koyra á!
60) 1-1: Jógvan Isaksen 57.
Kí hevur javnað. Miðverjin Jógvan Isaksen var púra leysur mitt fyri málinum, tá ið hann setti bóltin upp undir nettakið. Hann var sjálvur við í myndanini av álopinum, og í vinstru áttu Hjalgrím Elttør og Kristoffur Jakobsen sín lut, áðrenn Kristoffur legði innfyri, og Jógvan stýrdi bóltin í málið. Lagið millum heimaáskoðararnar er betri!
Tað er sera undirhaldandi, og tað gongur skjótt úr øðrum enda og í hin.
55) 0-1
So hevur aftur verið áminning um, at tað er meiri hugflog og broddur í, tá ið EB/Streymur fer í mótálop. Eftir fínt uppspæl sneiddi Hans Pauli Samuelsen seg leysan, men bólturin fór við síðuna av málinum.
50) 0-1
KÍ hevur havt gott álop, sum endaði við, at eitt sindur trongdi Páll A. Klettskarð stútaði við síðuna av málinum. Veteranarnir Hjalgrím Elttør og Heðin á Lakjuni vóru sentralir í uppspælinum.
Lítla løtu seinni var Atli Danielsen í góðari støðu, men einki spurdist burturúr.
46) 0-1
Fyrsta bríkslið eftir steðgin hevur verið, og EB/Streymur hevur longu verið tætt við eina ferð!
HÁLVLEIKUR
0-1
45) 0-1
KÍ hevur síðstu løtuna undan steðginum verið sera ágangandi, tá ið teir bláu hava roynt at leggja trýst á heilt frammarlaga á vøllinum. KÍ hevur havt fleiri hornaspørk, og tað hava verið onkrar vandamiklar støður, men einki er komið burturúr.
40) 0-1
EB/Streymur verjir, og tað gongur skjótt hjá EB/Streymi, tá ið teir í Sundalagnum skipa skjót mótálop. Klaksvíkingarnir vilja fegnir, men tað gongst ikki so væl at fáa í lag skipað samanspæl frammarlaga á vøllinum. Vandamiklasta støðan frammanfyri EB/Streyma málið síðstu løtuna, tá ið Marni Djurhuus legð lagt og høg aftur til egnan málverja, og René Tórgarð noyddist við høvdinum at beina bóltin út til horna!
35) 0-1
KÍ hevur bóltin meiri, men tað tykist vera meiri broddur í mótálopunum. Bestu KÍ royndina hevði Páll A. Klettskarð við stútara, sum René Tórgarð bjargaði til horna, eftir at Álvur F. Christiansen hevði lagt innfyri.
30) 0-1: Leif Niclasen 30.
Nú hevur EB/Streymur lagt seg framum í Klaksvík. Í fyrta gjøgnumspælda álopinum hjá sundalagsmonnum varð Leif Niclasen spældur púra blankur mitt fyri málinum, og hann smekkaði bóltin upp í nettakið. Hans Pauli Samuelsen átti stóran lut í uppspælinum, og tað var hann, sum trillaði bóltin upp á tvørs til Leif Niclasen, sum skoraði.
Vátur vøttur í andlitið á klaksvíkingum, sum higartil hava verið grreitt omaná, eisini tí EB/Streymur hevur ligið aftarlava á vøllinum.
Klokkan 18 bríkslaði Petur Reinert fyrstu ferð í dýrdarveðrinum í Klaksvík, har KÍ og EB/Streymur spæla fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Heimaliðið hevur fyrra partin av 1. hálvleiki havt bóltin væl meiri enn mótstøðuliðið. Serliga fyrstu løtuna var tað nógv ferðsla í og kring brotsteigin hjá EB/Streymi, og KÍ hevði fleiri royndir, sum kundu havt borið bæði eitt og tvey mál við sær, men tað er framvegis málleyst, nú 1. hálvleikuri er hálvrunnin.
KÍ-EB/Streymur kl. 18.00
Dómari: Petur Reinert
KÍ: Meinhard Joensen - Gunnar Christiansen, Jógvan Isaksen, Oddmar Marsten, Heðin á Lakjujni - Atli Danielsen, Ivan Joensen - Álvur F. Christiansen, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen - Páll A. Klettskarð
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen - Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam, Niels Pauli Danielsen - Levi Hanssen, Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen
-------