Veðrið í Danmark hevur verið so illfýsið seinastu tíðina, at fleiri fótbóltsdystir hava verið avlýstir. Ógvusligasta hendingin var tó í jútlandi, har ein ungur fótbóltsspælari doyði, tá ið eitt snarljós slóð niður og rakti hann. Í dag hevur felagið Lyngby latið leikvøllin hjá sær. Eingin sleppur inn á Lyngby Stadion, meðan veðrið er, sum tað er í, tí stúrt verður fyri, at vøllurin verður oyðilagdur, um vant ella spælt verður á vøllinum. Hetta hevur við sær, at steypafinalan hjá unglingum, sum skuldi spælast har í kvøld, er avlýst.










