Fleiri brúgvaløg fara komandi dagarnar fram við Føroyum av útsynningi, og hava regn og lýggja luft við sær. Seinni fer eitt hátrýst væntandi at gera veðrið yvir oyggjunum støðugari.
Í dag verður sum frá líður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn av og á, um kvøldið støðugari regn av vestri. Í nátt snarar hann vindin í ein útsynning og vestan og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, og tað klárar í. Hitin millum 3 og 8 stig.
Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein sunnan. Yvirhøvur turt og sólglottar. Um náttina øtlar hann vindin og tað verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn av og á. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.
Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn av og á. Út á dagin snarar hann í ein útsynning og tað verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, og tað klárar í. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.
Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og támut og regn ella sirm av og á. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.
Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s, eitt skifti upp í strúk í vindi í støðum, 13 m/s. Yvirhøvur turt, men fyri tað mesta skýggjað og támut. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.
Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sum frá líður sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.