Lydia og Sigga í Norðoya Kunningarstovu

Allan august mánaða hava tær báðar klaksvíkskvinnurar Sigga og Lydia Petersen framsýning á Norðoya Kunningarstovu.

Sigga Petersen byrjaði at mála fyri einum 4 - 5 árum síðani. Hon hevur verið við á framsýningum fyrr til dømis á Norðoyastevnu- og Sparikassaframsýningini, og hetta er aðru  ferð hon hevur listaframsýning saman við Lydiu á Kunningarstovuni.
Lydia Petersen er vorðin ein rættiliga kend listakvinna. Hon hevur verið við á nógvum framsýningum, serliga hava hennara pappírs klippmyndir verið vælumtóktar. Hesuferð eru tó ongi klipp við, nú eru tað akvarellir og akrylmálningar sum prýða veggirnar.
Framsýningin er opin hvønn dag í vanligu upp og afturlatingartíðunum hjá Kunningarstovuni. Ókeypis atgongd.