Álvarsligt at sáa iva um ognarrætt til oljuna

-Tað er ótrúliga groft at fara út og sáa iva um ognarrættin til oljuna, tá vit hava gjørt lógir og avtalur fyri milliardir og tá siga, at vit hava ongan rætt til tað.

 

 

Olja og ognarrættur

 

 

 

Hetta sigur Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur, sum hevur verið við til at gera sáttmálar millum føroyskar fyritøkur og myndugleikar og útlendsk oljufeløg.

 

 

 

Hann sipar her til lýsing valdagin, har Høgni Hoydal nemur við ognarrættin til oljuna. -Tað er eingin ivi í míni verð, at varaløgmaður í lýsingini valdagin sáar iva um henda okkara rætt.

 

 

 

Jógvan Páll Lassen vísir á, at løgfrøðin í hesum málinum kann sammetast við, at eigur tú ein bil, sum er keyptur uppá avbetaling, og tú selur bilin, so kanst tú enda í fongsli.

 

 

 

-Tí er tað ein grov insinuatión, sum Høgni Hoydal, kemur við, tá hann sigur, at vit hava ikki rætt til oljuna. Tvs. at vit sum samfelag hava disponerað yvir nøkrum, vit ongan rætt hava til - og tað hava teir sjálvir verið við til. Undir vanligum umstøðum er tað svik. Tað er ótrúliga groft at fara út og sáa iva um ognarrættin til oljuna, tá vit hava gjørt lógir og avtalur fyri milliardir og viðganga, at vit hava ongan rætt til tað.

 

 

 

Jógvan Páll Lasssen heldur, at hetta málið er so mikið álvarsligt, at løgmaður átti at givið Høgna Hoydal ein sera stuttan snór og sagt honum, at avsannar hann ikki tað hann hevur sagt í hesi lýsingini, má hann víkja landsstýrissessin. -Varaløgmaður er eisini eitt slag av føroyskum uttanríkisráðharra, og eg dugi ikki at síggja, at løgmaður kann hava ein persón at samstarva við, sum er so langt við síðuna av tí, sum løgmaður sjálvur heldur og skal standa inni fyri.

 

 

 

Og Jógvan Páll heldur fram: -Um vit ímynda okkum, at tað liggja milliardavirði í undirgrundini, og vit hava gjørt sáttmála við oljufeløgini um at útvinna hesi rættindini, og tað vísir seg, at vit ikki eiga tey, so fær føroyska samfelagið eitt risastórt endurgjaldskrav.

 

 

 

Jógvan Páll Lassen heldur spurningin um oljuna vera eitt so mikið álvarsligt mál, at leiðandi politikarar hava eina skyldu til ikki at koma út við skeivum og misvísandi úttalilsum. -Eitt er tað, at Páll á Reynatúgvu sigur hetta á valfundi í Norðurlandahúsinum, men tá floksformaðurin og varaløgmaður fer út og sáar iva um veruliga ognarrættin til oljuna í eini lýsing fyri sær sjálvum, so er tað ein manifestatión av hesum sama, og tá er tað alvorligt.

 

 

 

Jógvan Páll Lassen sigur víðari, at hevði hetta verið sagt av einum flokki í andstøðu, so hevði tað kanska ikki havt sama týdning, men hetta skulu vera ábyrgdarfullir persónar, sum hava verið við at gjørt kolvetnisló, og loyvini eru givin í teirra landsstýristíð.

 

 

 

 

 

 

 

-Um Høgni Hoydal meinar hatta, ætlar hann so at biðja um samráðingar við danska statin um at fáa ráevnini yvirtikin spyr Jógvan Páll Lassen! ?Tað hann leggur upp til í lýsingini er í veruleikanum ein viðurkenning av, at vit ikki hava fingið nakran rætt. Tað hevði verið ein grov viðurkenning frá okkum at sagt, at vit hava ongan rætt og tí biðið um at fáa samráðingar einaferð aftrat.

 

 

 

-Vit hava yvirtikið ráevnini í undirgrundini, og tað er eingin ivi um, at hetta fevnir um olju. Tað kann tí vera til stóran skaða fyri Føroyar nú at siga nakað annað.