Álvarslig hóttan

Oddagrein:

 

Nú ljóðar aftur ávaringarlúðurin í alivinnuni. Illgruni er um herviligu ILA-sjúkuna. Tað er eitt ár síðani sama sjúka varð staðfest í Fuglafirði. Nú verður sjúki fiskurin kannaður í Noregi og vita vit tí ikki við vissu, um talan er um hesa sjúku. Er talan um ILA kann hetta í ringasta føri fáa katastrofalar fylgur fyri í fyrsta lagi alivinnuna og í øðrum lagi føroysku fiskivinnuna sum heild. Tað er tí altumráðandi at forða ?sjúkuni? í at breiða seg. Í løtuni er so ?bert? talan um Oyndarfjørð, har fiskur doyr við sjúkueyðkennum, sum minna um ILA.


Føroyskir myndugleikar eiga at taka hetta málið í størsta álvara. Verður sjúkan staðfest er tað ringt nokk í sær sjálvum. Men sleppur hon at breiða seg kann hon gerast ein landsumfatandi vanlukka. Og tí má ALT gerast fyri at sleppa undan, at sjúkan rakar onnur alibrúk. Spurningurin er um okkara myndugleikar eru nóg væl mannaðir og fyrireikaðir til at forða eini slíkari sjúku í at breiða seg. Vit hoyra, hvussu bretskir bóndur ikki hava fylgt galdandi reglum og hvørjar avleiðingar tað hevur. Rætt er at taka í egnan barm og spyrja, hvussu stætt er hjá okkum. Rímuligt er at spyrja, um intensiva alingin, sum í dag fer fram er ein hóttan í sær sjálvum! Handfóru vit sama sjúkumál nóg væl, tá ILA varð staðfest í alibrúki í Fuglafirði í fjør? Hava vit gjørt nokk fyri at forða fyri smittu, og hvussu ber tað til, at alibúr í grannaøkinum nú møguliga eru rakt av somu sjúku!


Tað er greitt, at sum støðan er í Europa við munn- og kleyvsótt, kann henda, at ES fer at meta eina føroyska ILA-sjúku sum eina álvarsliga hóttan og harvið seta tiltøk í verk. Ringasta støðan kann verða eitt totalboykott av øllum alifiski og entá øllum føroyskum fiski sum heild. Nú skal man sjálvandi ikki at mála f.... á veggin. Vit mugu tó heldur ikki undirmeta hetta mál. Vit mugu vera ærlig og sjálvkrittisk og tora at seta okkum sjálvum teir røttu spurningarnar. Hvussu ber tað til, at alivinnan, ið hevur forvunnið nógvar pengar, ikki ? saman við tí almenna ? hevur bygt upp egna rannsóknarstovu til at arbeiða við bæði fyribyrging og uppfylging av sjúkum! At vit skulu senda royndir av landinum og bíða í vikur at kunna staðfesta sjúkuna er ikki rætta mannagongdin ella hugburðurin. Tað ger, at vit taka kanska ikki ?sjúkuna? í nóg stórum álvara frá tí, at sjúkutekin koma fyri, til sjúkan er staðfest.