Álvarslig ES-inntriv í grannskoðanarvinnuna

Viknandi álitið á grannskoðararvinnuna fær nú ta avleiðing, at vinnan má veittra farvæl til milliardaumsetning. Í kjalarvørrinum av fíggjarkreppuni ætlar ES nú við einum høggi at fáa skapt álit aftur á grannskoðanarvinnuna. Tað skrivar Business-Line á heimasíðuni.

Hetta skal eitt nú gerast við at noyða stóru grannskoðanarfeløgini at taka ráðgevingarpartin burtur úr verandi virksemi, so at feløgini frayvir koma at taka sær av grannskoðan burturav.

Henda broyting kemur at fáa sera stórar avleiðingar á grannskoðanarvinnuna. Bara í Danmark koma herdu ES-krøvini at merkja, at stóru grannskoðanarfeløgini kunnu veittra farvæl til milliardaumsetning. Hesar fyritøkur hava seinnu árini økt munandi um ráðgevingarpartin, sum í fleiri førum er vorðin størri partur enn grannskoðan.

ES ætlar tó at lata grannskoðanarfyritøkum loyvi at eiga í feløgum, ið virka innan ráðgeving, tó sera avmarkaðan mun. Sambært ES-útspælinum skulu grannskoðanarfeløg bert kunna eiga í mesta lagi 5% í einum ráðgevingarfelag og í mesta lagi 10%, um talan er um fleiri tílík feløg.

ES-nevndarlimurin, sum hevur ábyrgdina av tænastuvinnuni í innara marknaðinum, Michael Bernie, dylur ikki fyri, at stórur tørvur er á at skapa álit aftur á grannskoðanarvinnuna.

- Mongu húsagangirnir í fíggjarkreppun tey seinnu árini, hava skert munandi um álitið hjá íleggjarum á grannskoðanarvinnuna.

- Tí er tørvur á stórum broytingum í hesi vinnuni, segði Michel Bernier, tá hann í gjár legði fram ætlanir sínar fyri framtíðar grannskoðaravinnuna í Evropa, ið eisini fara at raka føroysku grannskoðanarvinnuna.

Umframt at strika ráðgevingarvirksemið hjá grannskoðarum, fer ES at noyða grannskoðanarfeløgini til í mesta lagi at grannskoða sama kunda seks ár á rað, við einum steðgi upp á í minsta lagi fýra ár.