Fríggjakvøldið klokkan 20 fer Klaksvíkar Sjónleikarfelag á pall í Spaniastovu í Leikalund við íslendska leikinum ?Borð á Carello?. Undan leikinum nýtt, føroysk skemt á pallinum. Talan er um íslendskan kafé-leik, ið Jónina Leósdóttir hevur skrivað, men sum er lagaður til føroysk viðurskifti.
Søgugongdin er í stuttum tann, at tvær konur úr hvør sínum herðashorni hittast á Carello í Havn. Har enda tær við sama borð, og gera tos á hvørja aðra og tað endar bæði skemtiliga, fløkt og eisini álvarsamt, men við skálkinum aftanfyri oyrað.
Konuna úr Froðba spælir Marjun Olsen og konuna av Viðareiði spælir Jórun Ljósstein, og tænarin er Eliana Svøðstein.
Leikurin, sum varir um trý korter, hevur verið spældur ymsastaðni á størri og smærri kaffistovum í Íslandi, og allastaðni hevur hann fingið stak góð ummæli og verið sera væl fagnaður.
Eisini aðrastaðni í Norðurlondum, har hann er framførdur, hevur hann fingið góða móttøku.
Umframt frumsýningina, verða tvær sýningar sunnudagin 13. mars og hildið verður fram bæði mánakvøldið og týskvøldið.
Á myndini eru tað Hilmar Jan Hansen og Rudolf Joensen folda seg út við feskari føroyskari satiru í hálvan tíma, undan sjálvum leikinum. Myndina tók Per á Hædd/Fotostudio.








