Álvarsamt ferðsluóhapp á Sundsvegnum

Ein ungur maður mátti flytast á Ríkissjúkrahúsið eftir eitt álvarsligt ferðsluóhapp á Sundsvegnum sunnunáttina.

Tveir mans komu koyrandi á prutli oman eftir Sundsvegnum, tá ið teir rendu saman við ein bil, sum teir vildu yvirhála í tí hann skuldi snara inn í Gæsugøtu.

Stoyturin var so harður, at báðir menninir vórðu slongdir av prutlinum og serliga var illa statt hjá tí eina, sum lá lívleysur á vegnum.

Á Landssjúkrahúsinum varð staðfest, at hann hevði fingið skaða í høvdið og at støðan var kritisk, men stabil. Hinvegin var skaðin so álvarligur, at maðurin mátti flytast í Ríkissjúkrahúsinum. Hin maðurin varð útskrivaður aftur sunnudagin.