HB skal spæla móti svenska Malmø í undanumfarinum til bólkaspælið í Champions League. Tað var greitt fyrrpartin, tá lutakastið var í Nyon.
Hvørki HB ella Malmø hava staðið seg væl í landskappingini í ár. Føroyameistararnir eru nummar seks og 14 stig aftan fyri B36, sum er oddalið. Malmø er nummar níggju og hevur átta stig færri enn Helsingborg, sum er oddalið í svensku deildini.
Føroyameistararnir kundu hitta Bate Borislov úr Hvítarusslandi, Rosenborg úr Noregi, Wisla Kraków úr Póllandi, HJK Helsinki úr Finnlandi, Malmø úr Svøríki og Shramrock Rovers úr Írlandi.
Ein onnur skandinavisk uppgerð verður í undanumfarinum, tá íslendska Breiðablik og norska Rosenborg bresta saman.










