Um vikuskiftið var Eysturoyarkapping í Fuglafirði og komandi vikuskifti verður Klaksvíkskappingin. Hetta eru alt ábendingar um, at fótbólturin skjótt fer aftur á rull, og í kvøld kemur enn ein ábending á sama borðið.
Tað verður, tá lutakastið um, hvussu liðini skulu spæla í kappingini um Løgmanssteypið, verður í ítróttarsendingini hjá sjónvarpinum, 3-2. Tá skal dragast um undanumfarið og fyrsta umfar av steypakappingini hjá monnum, umframt at lutakast verður til steypakappingina hjá kvinnum.
Kappingin hjá monnunum byrjar við undanumfari leygardagin 20. mars, og leygardagin 27. mars verður fyrsta umfar, og síðani eru fjórðingsfinalurnar á skránni flaggdagin, 25. apríl.
Fyrru hálvfinalurnar verða spældar hósdagin 20. mai og seinnu hálvfinalurnar mikudagin 2. juni. Sjálv steypafinalan verður spæld ólavsøkudag, 29. juli.