Lundin minkar í Oyggjunum

Vestmannaoyggjarnar eru heimsins størsta lundaland, men tey seinastu árini er lundin nógv minkaður Í Íslandi hevur Náttúrustovan á Suðurlandinum mælt myndugleikunum til at seta monnum forboð fyri at veiða lunda frá og við hesum árinum.

Náttúrustovan sigur, at veiðan er ikki burðardygg longur. Vestmannaoyggjarnar er størsta lundaland í heiminum, og hildið verður, at har eru 704.000 pør, sum eru eldri enn fimm ár. Taðer tó væl minni enn fyrr, og serkøn meta, at lundastovnurin í Oyggjunum er minkaður eini 25 prosent tey seinastu fýra árini.

Tí mælir Náttúrustovan myndugleikunum til at banna lundaveiði.

Borgarstjórin í oyggjunum, Elliði Vignisson, sigur við Morgunblaðið, at í dag er so lítil roynd eftir lunda har, at tað ávirkar ikki stovnin.