Alifelagið Luna hevur fingið tvær tvíkiljur frá KJ Hydraulik til sínar alistøðir Alifelagið Luna í Gøtu hevur fingið tvær tvíkiljur av slagnum HydroCat 15x6m.
Krosstindur og Tindhólmur, sum tvíkiljurnar eita, eru í løtuni á Gøtuvík og á Miðvági, har Luna hevur alistøðir. Tær báðar tvíkiljurnar eru sera væl útgjørdar við nútímans útgerð og tøkni.
Teir, sum brúka hesar bátarnar, lata sera væl at teimum.
Kelda: joanisnielsen.fo