Lumpaði 20-krónur frá familjuni

Gandakallurin Jan Hellesøe, sum hevur føroysk ættarbond, byrjaði sína yrkisleið í Føroyum. Hann lumpaði 20-krónur frá fólk til eina familjuveitslu. Jan Hellesøe dugir meira enn at mata seg. Hann gandar. Ella kanska skulu vit siga, at hann lumpar fólk við snildum.

 

Jan Hellesøe hevur føroysk ættarbond, omma hansara var úr Føroyum, og hann hevur av og á vitjað familjuna her í Føroyum. Og tað var eisini her, at hansara yrkisleið sum gandakallur byrjaði fyri 14 árum síðani. Hann var til eina familjuveitslu og hevði lært seg at brúka eina eskju, sum kundi fáa smáar lutir av hvørva.

 

- So gekk eg runt í til familjuna og spurdi, um eg skuldi ganda eina 20 krónu burtur. Og tað gjørdi eg so, sigur Jan Hellesøe, sum fekk nøkur oyru burtur úr gandakynstrinum hetta kvøldið.

 

Síðani er hann komin víða sum gandakallur. Hann hevur famført nógv í Danmark og seinastu tvey árini hevur hann virkað í Las Vegas í USA. Nú er Jan Hellesøe staddur í Føroyum, og fríggjakvøldið ber til at uppliva hann á Hvonn í Havn. Har fer hann at vísa kynstur saman við føroyska gandakallinum Ásbjørn Berthelsen.

 

Og nú Jan Hellesøe er komin beinleiðis úr Las Vegas, hevur framførslan fríggjakvøldið fingið navnið ?What happens in Vágsbotn...?. Framførslan verður millum klokkan 20.00 og 23.00.

 

Her á síðuni - undir teiginum Kykmyndir - ber til at síggja nøkur tricks hjá Jan Hellesøe.