Lukasz Cieslewicz skoraði aftur hetta vikuskiftið fyri næstbesta liðið hjá Brøndby, sum spældi ímóti KB. Brøndby hevur í ár latið nógvar ungar spælarar manna liðið, sum felagið hevur í 2. deild, og tað hevur eydnast sera væl. Liðið hevur spælt 11 dystir uttan tap, og bert trý mál eru skorað ímóti liðnum. Lukasz Cieslewicz er ein av ungu spælarunum í Brøndby, og annan dystin á rað skoraði hann fyri 2. deildarliðið. Lukasz skoraði fyrsta málið í dystinum,sum Brøndby vann 3-0, og hann spældi allan dystin í álopinum.










