Lukaku hevur skrivað undir

Váttað: Everton-toppskjúttin hevur skrivað undir langan sáttmála við Manchester United.

Wayne Rooney er farin úr Manchester United og heimaftur til Everton, og nú er so Everton-áleyparin og toppskjútti teirra, Romelu Lukaku, farin hinvegin.


Tað hevur leingi ligið í luftini, og nú seinnapartin hevur Manchester United so endaliga váttað, at felagið hevur keypt belgiska áleyparan frá kappingarneytanum í Premier League.


Sambært Transfermarkt hevur Manchester United rindað áleið 715 milliónir krónur fyri Lukaku, sum í fjør skeyt næstflest mál í Premier League (25). Talan er um ein fimm ára sáttmála.


24 ára gamli Romelu Lukaku spældi við Chelsea áðrenn hann seinastu fýra árini hevur spælt við Everton, har tað bleiv til 71 mál í 133 dystum.