Luka er fyrsta stórkeypið í summar

Kollvelting í Real Madrid: Zinedine Zidane hevur keypt nýggjan áleypara

Real Madrid hevur í dag keypt Luka Jovic frá Eintracht Frankfurt í Týsklandi. 21 ára gamli serbiski áleyparin er keyptur fyri áleið 600 milliónir krónur. Hann hevur í hesum kappingarárinum skorað 27 mál fyri Eintracht Frankfurt í Bundesliguni og Europa League.

##med2## 

Luka Jovic er dýrasti áleyparin í søguni hjá Real Madrid, eftir Ronaldo, Karim Benzema, Álvaro Morata og Nicolas Anelka. Tó hava spælarar sum Cristiano Ronaldo og Kaka kostað meir.

Real Madrid hevur havt eitt vánaligt kappingarár, har felagið hevur sent ikki færri enn tveir venjarar heim. Zinedine Zidane er nú venjari og mett verður, at spælarar sum Eden Hazard úr Chelsea og Christian Eriksen úr Tottenham eisini eru á veg til felagið. Talan sigst verða um eina nærmast kollveltin í hópinum til komandi kappingarár.