Lugi vann týdningarmiklan sigur á heimavølli

Aleksandar Lacok og liðfelagarnir í Lugi fingu tvey týdningarmikil stig í niðurflytingarstríðnum

Aftaná bert tvey stig í átta teimum seinastu dystunum bragdaði tað loksins aftur hjá landsliðsmálverjanum, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfeløgunum í Lugi í næstbestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Lugi vann á heimavølli í kvøld frammanfyri 886 áskoðarum 27-24 á aftasta liðnum í deildini, Anderstorp. Í steðginum var Lugi frammanfyri við bert einum máli, 13-12.

 

Facebooksíðan hjá Lugi staðfestir eitt framúr gott avrik hjá Sasja í dystinum í kvøld.

 

Úrslitið merkir, at Lugi sleppur undan beinleiðis niðurflyting, og møguleikarnir at sleppa undan at spæla upp- og niðurflytingardystir móti einum liðið úr triðbestu deildini eru munandi betri nú.

 

Støðan (soccerstand.com):

 

##med2##