Serbiski íslendingurin Luca Kostic er ein av trimum venjarum, ið FSF umhugsar at seta í starvið sum A-landsliðvenjari í fótbólti.
Hinir báðir eru Flemming Serritslev og Colin Calderwood.
Klokkan 5 í dag fer nevndin í Fótbóltssambandinum á fund at gera, hvørjir av teimum trimum venjarunum, sum eru í uppskoti, skal venja føroyska landsliðið.
Meira enn 1800 fólk hava atkvøtt á www.sosialurin.fo um, hvør skal verða nýggjur landsliðsvenjari, og nógv tey flestu av teimum, góð 60% eru fyri, at Colin Calderwood gerst føroyskur landsliðsvenjari.
Hvør skal gerast landsliðsvenjari?










