Alt fleiri føroyskir bólkar geva út LP’ir í hesum døgum. Hóast iTunes og Spotify hava verið spádd at beina fyri øllum fysiskum tónleikaútgávum, so bendur okkurt á, at hetta ikki verður so.
Tá Høgni Reistrup herfyri gav út “Áðrenn vit hvørva” ljóðaði tað, at útgávan var nógv seinkað orsakað av, at framleiðslutíðin av LP’ini var longri enn vænta.
Tey sum vóru á útgávukonsert við Kára Sverrissyni og Bendum Spónum minnast ivaleyst, at útgávurnar báðar, ið kosertin var fyri, ikki vóru klárar til konsertina, men um tú keypti tær kundi tú heinta tær hjá Tutl nakrar dagar seinni.
Hetta er tí, at so nógv trýst er á framleiðarunum av LP’um, at avgreiðslutíðin er long. Í ár eru eitt nú Knút Háberg Eysturstein, Høgni Reistrup, Bendar Spónir, Kári Sverrisson og Bendar Spónir og The Absent Silver King, útgivanar á LP.
Um orsøkin til hetta er nostalgi, tað heitara ljóðið, kenslan av at hava eitt størri eintak av einari tónleikaútgávu ella bara ein dilla, er kanska ikki so lætt at greina. Men hetta er ein gongd, ið vit uppliva um allan heimin.
Eftir at plátuhandlar í nógv ár eru latnir aftur í stórum tali, so lat fyri tveimum vikum síðan ein 1.400 fermetrar stórur plátuhandil, upp í New York. Handilin selur bert nýggjar LP’ir og fløgur, tað er fyritøkan Rough Trade, ið stendur aftanfyri, og hevur fyritøkan longu ein handil í London frammanundan, og hava staðfest, at áhugin enn er stórur fyri keypið av fysiskum útgávum, skrivar cnet.com.










