Sambandið við tey røttu fólkini og ein stór mongd av treiskni var tað, sum gjørdi, at kendi tónleikabólkurin Metallica nú fer at framføra á ársins Roskilde festivali fyrst í juli mánaði.
Soleiðis ljóðar frágreiðingin hjá tónleikastjóranum á Roskilde Festivalinum, Rikke Øxner, um hvussu tað er eydnast teimum at fáa avtalu í lag við bólkin.
Metallica skuldi annars eftir ætlan als ikki hava konsertir í Europa hetta summarið, og tískil hava fleiri tónleikafyriskiparar í euopeisku londunum heldur ikki gjørt stórvegis burturúr við at fáa Metallica at spæla. Men tónleikastjórin á Roskilde Festivalinum hevði sett sær fyri, at á ár skuldu teir á tiltiknu Orange Scene.
- Vit hava havt hendan her hugburðin newer take no for an answer, sigur Rikke Øxner við tíðindastovuna Ritzau.
- Í roynd og veru var tað ein ógjørlig uppgáva at fáa teir at spæla, men vit fingu nøkur fólk, sum kenna bólkin væl, til at yvirtala teir at koma á Roskilde. Eitt nú hava vit eitt ógvuliga gott samstarv við promotaran hjá Metallica, Live Nation, sigur Rikke Øxner og heldur fram:
- Harafturat hevur Lars Ulrich jú eisini eitt serligt samband við Danmark. So endin var, at tað eydnaðist okkum at sannføra bólkin, um at tað verður eitt fantastiskt summarkvøld á Roskilde Festivalinum. Tíbetur vóru vit treisk, sigur Rikke Øxner.
Hetta er fyrstu ferð í 10 ár, at Metallica aftur verður at hoyra á Roskilde Festivalinum.