Henrik Old
Johan Dahl
Í samband við tosið um álvarsligu støðuna við manglandi arbeiði í syðru helvt av Suðuroy, kann tað tykjast heldur friðarligt frá politiskari síðu.
Vit hava ikki hildið at rætta leiðin hevur verið at hvør í sínum lagi skrivar greinar um allar detaljur í teimum royndum, sum higartil eru gjørdar fyri at bøta um støðuna við teimum vantandi arbeiðsplássunum, men sjálvandi er rætt at lata fólk frætta, hvat gjørt er higartil í hesum trupla máli.
Nakað hevur verið fokusera uppá ein trímannabólk við einum limi frá hvørjum flokki í samgonguni, sum skuldi fylgja við og hava samband við landstýrið og løgmann, í teimum stigum ið tikin verða, so flokkanir í samgonguni í semju kunnu finna loysnir á hesum trupla máli.
Fyrsta stigið var tikið skjótt eftir at samgongan var skipað. Fundur var hildin í Tinganesi við leiðsluna og nevndarformann í Fiskavirking, fyri at fáa greiðu á, hvør ætlanin var við flakavirkinum í Vági, fyrrverandi Polarfrost. Hildið var at opnaði virkið aftur, sum vanligt fiskavirki, so var tað nakað, sum hevði ført til eina skjóta og munagóða broyting í støðuni.
Hesin fundur var hildin í mars mánaða. Til staðar vóru løgmaður, landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum umframt 3 mannabólkurin. Á tí fundinum fingu vit fatan av, at byrja bleiv at rigga til á fyrrverandi Polarfrost stutt eftir páskir.
Uttan at fara í smálutir so mugu vit tíverri ásanna at so bleiv ikki. Ongin kann góðtaka at hettar fyrr so væla virkið framhaldandi skal standa, sum tað hevur gjørt so at siga samanhangandi seinastu nógvu árini, við tí úrslitið, sum vit kenna alt ov gott.
Fimm mánaðar eru nú farnir við stillstandi og er tí næsta stig tikið. Løgmaður segði í løgtinginum onsdagin at greiða skal fáast á, um virkið framhaldandi skal vera verðandi undir teimum eigaraviðurskiftum, tað nú er undir ella um onnur loysn skal finnast. Tann viðgerðin byrjar í næstu viku.
Landsstýrið hevur eisini fyri nøkrum døgum síðani havt fund við borgarstjóran í Vági um støðuna.
Ongin løtt loysn er, men landsstýrið og samgongan hava ásannað at núverandi støðan kann ikki halda fram.
Tað at fólkaflokkurin, sum ikki hevur tingmann í Suðuroynni er so positivur fyri eini loysn ger, at vit trúgva uppá at funnin verður ein varandi loysn á hesum stóra trupuleika.
Nevnast kann eisini, at í hesum døgum kemur nýggj kunngerð í gildi, sum bøtir munandi um kostnaðin av fiskaflutningi til og úr Suðuroynni. Hetta fer at lætta um hjá smærru virkjunum, sum vónandi fáa gongd á aftur.
Rætt er at nevna her at semja er fingin við landsstýrismannin í vinnumálum Bjarna Djurholm, at avsettar vera minst 35 mió. til tunnilsgerð millum Øravík og Hov á fíggjarlógaruppskotinum, sum framlagt verður síðst í hesum mánaðinum. Sostatt kann hetta arbeiði, sum vit hava longst nógv eftir, byrja stutt eftir nýggjár, og eigur landsstýrismaðurin eina tøkk fyri sín positiva vilja fyri hesum arbeiði hesar mánaðirnar vit hava samstarva.
Sjálvandi skulu onnur stig takast fyri at rætta skútuna, tað verið seg arbeiðspláss, sum ikki eru knýtt at fiskivinnuni, og eru ymiskar hugsanir um tað, men umráðandi er at hettar verður gjørt í sátt og semju.
Vit hava staðfest at samgongan hevur vilja til at bøta um støðuna hjá vinnuni við at gera karmarnar hjá vinnununi soleiðis, at vinnulívi kann fóta sær aftur, umframt tey tiltøk Vágs kommuna sjálv ger á havnalagnum.
Vit høvdu ynskt at tað gekk skjótari at fáa viðurskiftini í rættlag, men vit eru sannførdir um at loysnir verða funnar, sum verða oynni til gagns.