Loysnin upp á akutta ansingartørvin í Klaksvík

Kommunan profilerar seg við plássgaranti, og soleiðis má tað verða

Klaksvíkar kommuna fer nú at gera ein sonevndan skála at seta fastan í útibarnagarðinum Fjallafípan. Hetta er eitt slag av einum kontainara, sum er innrættaður til endamálið, og hevur pláss fyri 40 børnum, greiðir Beinta Klakkstein, forkvinna í trivnaðarnevndini børn & ung í Klaksvíkar kommunu, frá.

 

– Hetta var ein akuttur tørvur sum man ger okkurt við, og er ein góð loysn uppá trupulleikan, sigur Beinta. 

 

Skálin hevur pláss fyri 40 børnum, men í fyrstu atløgu verða 20 børn flutt í nýggja skálan.

 

– Trupulleikin er, at vit ikki hava gjørt nóg nógv fyri at fyribyrgja hesi støðuni. Vit skulu heilt víst arbeiða skjótari, soleiðis at vit ikki enda í eini slíkari støðu, tí vit hava ikki livað upp til tað vit hava lovað, sigur Beinta Klakkstein.

 

– Kommunan profilerar seg við plássgarenti, og soleiðis má tað verða, sigur Beinta.

 

– Skálin, sum skal víðka um fjallafípuna er ein skjót loysn uppá trupulleikan við manglandi ansingarplássi, men ofta hevur verið sæð at teir enda við at verða ein varandi loysn, tí teir eru so góðir, sigur Beinta Klakkstein.

 

Í gjár vóru foreldur at børnunum, sum hava fingið bjóðað pláss í nýggja skálanum, á kunnandi fundi.

  

Klaksvíkar kommuna fer í gongd við byggingina av nýggjum barnagarði fyrst í komandi ári, og Beinta leggur afturat, at tá kann skálin annaðhvørt verða verandi í Fjallafípuni ella brúkast til annað endamál.

 

Skálarnir eru komnir til Norðhavnina, og 6. mars koma fýra montørar úr Danmark at seta nýggja skálan fastan.