- Í 2002 kom hann sum nýbygdur trolbátur í føroyska fiskiskipaflotan og kallaðist Norðleivur. Í 2011 varð hann seldur og fekk navnið Dragasund. Síðani er hann aftur seldur, men hevur varðveitt navnið.
Tað veit Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini at siga í dag. Tað er sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, sum eigur tekstin og myndir, sum eru at síggja á Facebook-síðuni.
- Nú er so Dragasund komin í eitt nýtt felag, sum eitur P/F Fiskivarði. Eigarar eru Bjarni Kass, P/F Tindur og Fróði L. Ejdesgaard. Samstundis verður Dragasund umbygdur til línubát.
Bjarni Kass sigur, at orsøkin til umbyggingina er einføld. Tað er næstan ógjørligt at fáa nøktandi rakstur í vinnuna hjá Dragasundi og hjá smærru trolbátunum annars.
Sjómanstrúboðarin veit eisini at siga, at Dragasund liggur í Klaksvík, har umbyggingin fer fram. Tað er Pomek í Klaksvík, sum stendur fyri umbyggingini og sum eisini skal seta nýggju línuútgerðina frá Mustad í bátin.
- Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt í apríl. Dragasund kemur at eita Fiskivarði, og seks mans verða við. Skipari verður Fróði Leivsson Ejdesgaard, verður lagt aftrat.
Fiskivarði er 17,8 metrar langur, fimm metrar breiður, og hann hevur ein 425 HK Mitsubishi motor.