Tað loysir ikki trupulleikan at lata foreldrini fáa gjald fyri at ansa sínum egnu børnum. Tað halda tey í samgonguni í Løgtinginum.
Jørgen Niclasen hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at kommunur skulu fáa heimild at rinda foreldrunum pengarnar, tað annars kostar kommununi at hava børnini hjá teimum í ansing.
Hann vísir á, at barnaansingin nøktar ikki tørvin hjá fólki sum arbeiða í skiftisvaktum um kvøldið, um náttina, um vikuskiftini, og halgidagar. Tí heldur hann, at foreldur eiga at fáa høvi til a skipa sína egnu barnaansing, og sostatt skulu kommunurnar fáa heimild at rinda teimum ta upphæddina, tað annars kostar at hava børnini á dagstovni.
Men tey í samgonguni halda ikki at hetta er loysnin. Meirilutin í Mentanarnevndini hjá Løgtinginum, Hanna Jensen, Kristianna W. Poulsen, Óluva Klettskarð, Katrin Kallsberg og Jónleif Johannesen, sum øll eru í samgonguni, halda ikki, at hetta er so einfalt, sum Jørgen Niclasen ger tað til.
Barnansingarstovnar eru upprunaliga settir á stovn fyri, at bæði menn og kvinnur skulu kunna fara til arbeiðis. Og at gjalda foreldrum pening fyri at ansa egnum børnum, ella at skipa fyri ansing sjálvi, er ikki rætta amboðið at røkka endamálinum við uppskotinum.
– Í øllum førum er neyðugt, at alt roknistykkið verður greinað fyri familjur, kommunur og land, sigur samgongan.
Tey siga, at tað er komið fram, at tað er neyðugt við størri vitan og hagtølum fyri at kunna greina hesi í einum størri samanhangi, og fyri kunna gera røtt átøk, sum gagna bæði familjum og arbeiðsmarknaðinum.
Jógvan á Lakjuni vísir á, at hetta snýr seg um at geva kommununum størri frælsi, og ein góðan møguleika afturat, at veita barnafamiljum eina betri tænastu.
Helgi Abrahamsen ásannar, at tað eru foreldrini, sum hava evstu ábyrgdina av børnunum, og sostatt eiga tey eisini at ráða fyri, hvussu børnini verða ansað og tí tekur hann undir við uppskotinum.
– Barnansingarstovnar eru ein møguleiki, sum ger tað møguligt hjá báðum foreldrunum at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum, men foreldrini eiga sjálvsagt eisini at hava møguleika til sjálvi at ansa børnunum, um fíggjarligt grundarlag er fyri tí.
Hann heldur kortini, at ein trupulleiki er, at í nógvum førum, eitt nú tá talan er um børn, hvørs foreldur ikki tosa føroyskt, kann tað verða ein bági fyri málmenningina hjá børnunum, um tey ikki dagliga eru saman við øðrum børnum, sigur hann.