Loysingin skal ongantíð leggjast til viks!!!

Loysing skal ikki av dagskrá fyrr enn loyst er. Alt annað er háðan ímóti fólkaviljanum frá 14. septembri í 1946. Til vit hava loyst, eru við bert ein parantes í "Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne". Alheimsgerð er bert ein táta í núverðandi ríkisrættarligu støðu.

"Heimurin fyri tær opin..." - syngur Martin Joensen so skaldsliga og bjartskygt í sanginum Morgun. Men heimurin er ikki Føroyum opin. Glæman frá alheimsins møguleikum og skyldum hómast illa ígjøgnum lyklarholið í stonga kustaskápinum, sum hin fyrr so erpna tjóðin búleikast í.

Heimastýris lógin er ikki rúmari enn eitt kustaskáp í alheiminum. Og har vera vit til vit tora at koma út.

Tíðin er komin til at koma úr kustaskápinum.

Livst, so spyrst.

tel. (+298) 55 66 63

runi@blika.fo