Lovandi oljufund

Ben Arabo vónar, at tey um nakrar vikur kunnu staðfesta, um talan er um fund í rakstrarverdum nøgdum

 

 

Atlantic Petroleum boðaði í dag frá, at gass er funnið í Pegasus brunninum í bretska partinum av Norðsjóðnum.

 

Pegasus brunnurin liggur í sunnara parti av Norðsjógvinum, tætt við framleiðandi gassleiðina Cavendish. Atlantic Petroleum eigur 10%, fyristøðufelag er Centrica Energy sum eigur 55% og Third Energy Offshore eigur 35%.

 

Rás2 fekk orðið á Ben, Arabo, stjóra í Atlantic Petroleum. Trýst á pílin niðanfyri myndina fyri at hoyra tað, sum hann segði í tíðindasendingini.