Lovaði at fara í gongd áðrenn valskeiðið var hálvrunnið

– Og nú eru vit farin í gongd, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.

– Og nú eru vit farin í gongd, sigur Dennis Holm, sum 22. desember í 2022, sum nýtilnevndur landsstýrismaður í samferðslumálum lovaði, at borurin varð settur í, áðrenn valskeiðið er hálvrunni. Um júst ein mánað er valskeiðið hálvrunnið

 

– Hetta er ein stórur og søguligur dagur fyri Føroyar og fyri Suðuroy, at eitt so avgerandi stig er tikið til fast samband til Suðuroyar, og at vit um eini 10 ár hava fast samband.

Tað segði Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum á tíðindafundinum í Tinganesi. 

Hann vísti á, at hetta uttan samanbering er størsta og mest týðandi íløgan í framtíðina, fyri Suðuroynna, sum í áratíggju hevur havt avbjóðingar við fólkatalinum. 

– Vit vita nú frá royndum, hvussu góða ávirkan á fólkatalið ein tunnil hevur á gongdina. Tað síggja vit úr Vágum og úr Sandoy, og tað fara vit eisini at síggja í Suðuroy, segði Dennis Holm millum annað.

– Hetta verður sum ein nýggj tíðarrokning fyri suðuroyingar. Vit fara frá at hugsa um ferðaætlan, um bíðitíð á kaiini, um avlýsingar vegna veður, um vantandi pláss á bildekkinum í Smyril til fullan flekisbilitet at kunna koma og fara, sum tað passar, vísti Dennis Holm á.

– Ikki minst fer at bera til at búgva í Suðuroy og arbeiða alla staðni í landinum. Fult og heilt samanbundin við restina av landinum. Hetta er ein íløga í felags dreym okkara og um eina bjarta framtíð fyri Suðuroy. Eg eri sera takksamur fyri, at allir flokkar at tingi standa saman um hetta, segði Dennis Holm.

Tað var júst Dennis Holm, sum – heldur braneyggjaður, hildu fleiri – tá samgongan varð skipa 22. desember í 2022 segði, at áðrenn valskeiðið varð hálvrunnið, var borurin settur í.

Spurdur um hann fer at halda tað, svaraði hann:

– Tað er í veruleikanum tað, vit nú hava gjørt. Nú koyrir verkætlanin, segði hann.