Lova at hækka barnafrádráttin (2)

Barnafamiljur kunnu byrja at gleða seg til at fáa meira pengar um hendi. Fíggjarmálaráðið boðar nevniliga frá, at ætlanin er at hækka barnafrádráttin fyri børn millum 0 og 6 ár við 2.700 krónur. Harvið verður lovað at hækka frádráttin úr 6.500 krónur og 9.200 krónur.


- Við hækkingini verður samlaði miðal barnafrádrátturin fyri børn yngri enn 7 ár 15.550 krónur árliga, fyri hvørt barnið. Hetta er grundað á, at miðalbarnafrádrátturin hjá kommununum er 6.350 krónur í 2016, og afturat hesum kemur barnafrádrátturin hjá landinum í 2017 á 9.200 krónur árliga, skrivar Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.


Barnafamiljurnar fáa tó ikki ágóðan beinanvegin, men talan er um eina hækking, ið hædd verður tikin fyri í fíggjarkarmunum. Harvið skal peningur fyrst setast av á fíggjarlógini, ið verður viðgjørd í tinginum í heyst.


- Smábarnafamiljurnar eru millum tey, ið ofta eru fíggjarliga sperd. Við hesum hækkaða barnafrádráttinum lætta vit um gerandisdagin hjá barnafamiljunum í Føroyum.  Vit hava longu longt barsilstíðarskeiðið við 6 vikum, hava sett í verk ískoyti til barnafamiljur í trongum fíggjarligum korum, og hava veitt lág- og miðaløntum ein skattalætta á 137 mió. kr. í 2016.  Nú taka vit enn eitt stig við økta barnafrádráttinum, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.


Í alt verður mett, at hækkingin kostar landskassanum 12 milliónir krónur.