Fitt av fólki var komið saman til móttøkuna í Losjuni í Havn, tá nýggja bókin "Losjan Støt Viljen 100 ár" var løgd fram.
Jákup Lindenskov, formaður í losjuni, beyð øllum at vera vælkomin, og í nýtum orðum takkaði hann Erling Isholm fyri vælaverk. Eyðbjørg Joensen, næstformaður í losjuni, ynskti eisini Erlingi tillukku frá losjuni við vøkrum blómuprýði. Millum tey sum hildu røðu undir móttøkuni bar Sigfríður Joensen úr Gøtulosju eina heilsan fram, og Sverri Steinhólm, formaður í Blákrossi Føroya, røddi um týdningin losjurnar hava, og var hann sera fegin um at hetta bókaverk var komið út.
Bókin er um losjuna »Støt Viljen« í Havn, men sum heild viðgerð bókin losjurnar um alt landið, eisini barna- og ungmannafeløgini. Talan er um bókaverk á 375 blaðsíður, sum lýsir søguna hjá felagsskapinum. Losjuni í Havn, sum varð stovnað hin 1. mai í 1902.
Erling Isholm í Havn hevur ritstjórnað og lagt bókina til rættis í tøttum samstarvi við losjulimirnar: Jákup Lindenskov, Tórbjørn Mikkelsen og Hendrik Rubeksen. Forlagið Mál & Mentan hevur givið bókina út.
Stórt tal av myndum lýsa viðurskifti, sum tey tá vóru og eru rættuliga áhugaverdar í mongum føri.
Í bókini er skrá yvir kunninganotur, keldur, navnalisti, listi yvir myndaánarar. Rættuliga neyvt lýsir bókin partar av siðsøgu okkara og innlit í felgaslív, sum tað var í øldini farnu í tíðarbilum, tá samfelagið var rættuliga lítið øðrvísi, enn tað hevði verið í øldir - serliga ferðalíkindi, samband millum bygdir og oyggjar. Bókin kostar 325 krónur í sjáldsama fagurlittari permu.