Í morgin klokkan 10 byrjar seinasti loppumarknaðurin hjá Reyða Krossi í hesum árinum. Týsdagin í næstu viku fer felagsskapurin at lata upp endurnýtsluhandil á Bryggjubakka. Suni Vinther, sigur, at hesaferð verður dentur lagdur á at hava lutir við, sum á onkran hátt minna um dagarnar fram til jóla.
- Alt árið fáa vit ymiskt, sum vit halda er jólaligt. Hetta hava vit goymt og selja so tað fyrsta nú leygardagin á loppumarknaði.
Hann sigur, at marknaðurin verður í húsinum hjá Reyða Krossi við inngongd í Vágsbotni.
- Men tað verða ikki allir lutir, sum fara á loppumarknaðin. Nakað verður eftir, og fara vit at stilla út mánadagin og lata endurnýstluhandilin - Bryggjubakki 10 - upp týsdagin 30. november.
Endurnýtsluhandilin hjá Reyða Krossi letur upp klokkan 13.30 við enn meira jólahugnaligum vørum.
Suni Vinther vísir á, at nógv sjálvboðin fólk hjálpa til í Reyða Krossi fyri at savna inn pening til vælgerandi hjálparveitingar.
- Vit vilja tí fegin takka øllum teimum sjálvbodnu, teimum, sum hava latið lutir - og teimum sum keypa, sigur Suni Vinther í Reyða Krossi.