Álopið var yvirgangur

Fregnartænastan hjá donsku løgregluni sigur, at tann somaliski maðurin, sum ætlaði sær at beina fyri teknaranum Kurt Westergaard í gjárkvøldið, hevur tætt samband við somaliska yvirgangsbólkin al-Shabaab og leiðandi limir í al-Qaeda í Eysturafrika. Tí hevur PET skrásett drápsroyndina í gjárkvøldið sum yvirgang.

Lagt verður afturat, at maðurin var í Eysturafrika eitt skifti, og at illgruni er um, at hann hevði samband við yvirgang har tá.

Fregnartænastan sigur í einum tíðindaskrivi, at tann 28 ára gamli somaliumaðurin hevur verið í einum felagsskapi, sum hevur tilknýti til Danmark, og sum fregnartænastan hevur hildið eygað við leingi.