Álop hjá dómadagssekt kostaði 60 mannalív

Í Irak hevur shiamuslimska hátíðin ashura verið ógvuliga ófriðarlig. Minst 66 fólk hava latið lív Sambært iraksku myndugleikunum byrjaði ófriðurin, tá limir í einari ókendari dómadagssekt lupu á trygdarhermenn og trúgvandi shiamuslimar, sum vóru komnir saman í Basra at halda hátíðina ashura.

Løgreglan í Basra sigur, at minst 35 limir í dómsdagssektini lógu eftirá í bardøgunum, men at fleiri løgreglumenn og sivilfólk doyðu eisini.

Bardagarnir hildu fram alla nátt, men í morgun er friður aftur. Kortini hevur løgreglan søkt at fleiri húsum og einari mosku, har fólk úr dómadagssektini hava fjalt seg.