Álop fyri allar pengarnar

Undirhaldsvirðið var høgt, tá ið NSÍ og Skála løgdu nógv fyri í álopspartinum, og tað gjørdist ikki minni av, at verjuparturin ikki varð tikin í eins stórum álvara

NSÍ-SKÁLA

Vindurin var tráður, og tað var kalt, sum seinna umfarið leið. Men ikki ein tann einasti ein - ikki ein - av mongu áskoðarunum í Runavík mánakvøldið fór til hús, áðrenn dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð.
Áskoðararnir vóru eygnavitnir til ferðmikla, intensiva og sera spennandi grannauppgerð, har bæði heimamenninir og gestirnir spentu álopsbogan høgt, meðan tað kanska knípti eitt sindur meiri við verjupartinum. Álopsspælararnir fingu viðhvørt í so langt tjóður, og tað takkaðu teir fleiri ferðir fyri, og orsaka av høgu leikferðini vóru allar sendingarnar ikki so neyvar, og harvið vóru fleiri bólttap og óvæntað mótálop, meðan liðið, sum helt seg hava bóltin, var á veg fram.
Seks mál og tvey teirra í seinastu sekundunum ber boð um fint undirhald, og soleiðis var tað.
NSÍ hevði fríska lotið ímóti í 1. hálvleiki, men teir vóru fyrstu løtuna avgjørdir, og tað vóru eisini teir, sum fingu fyrsta málið. Skála kom kortini skjótt fyri seg aftur, og tá ið Jónhard Frederiksberg, sum NSÍ miðverjan hevði stórar trupulleikar av at fáa bilbukt við, hevði skorað tvær ferðir, vóru tað gestirnir, sum síðsta partin av fyrra umfarinum vóru leikliga og sinniliga omaná.
Hvussu tað hevði havt tørnað út, um teir í síðstu sekundunum høvdu havt fingið brotssparkið, sum øll uttan dómarin og linjuverjin sóu, fer altíð at standa sum ósvaraður spurningur.
NSÍ misti á veg í álop, Nenad spældi upp á tvørs til Boga Gregersen. Bólturin lá í so aftarlaga, men álopsspælarin megnaði at skava bóltin til sín, og so var leiðin opin í brotsteigin. Viggo Johannesen tveitti seg fyri at takla, men hann var ov seinur, og í staðin fyri at fáa fatur á bóltinum, so smekkaði hann beinini undan Boga.
Kanska var sýnið hjá dómaranum í júst hesi løtuni sperrað av einum spælara. Dómarin var skjótur at hyggja upp á linjuverjan, sum hevði frítt útsýni, men hann lætst sum einki, og harvið kann ikki annað enn staðfestast, at hann hevði ikki sæð tað, sum øll onnur høvdu sæð.
Lítla løtu seinni bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð í 1. hálvleiki, og so fekk frustreraði Bogi Gregersen gult kort fyri at siga sína hjartans meining!

NSÍ trýst og svarið
Eftir steðgin hevði NSÍ fríska lotið undan. Heimamenninir fingu betri tak á, og trýstið á Skála málið var ógvuliga stórt í fitta løtu. Sera væl upplagdi Christian Høgni Jacobsen og Helgi L. Petersen arbeiddu nógv í NSÍ álopinum, langskotsroyndirnar móti málinum hjá Skála vóru fleiri, men oftast óneyvar, og tá ið tað viðhørt eydnaðist at sleppa ígjøgnum í borðunum og leggja innfyri, høvdu teir ikki hepni við royndunum, um tær so vóru við høvdum ella beinum. Málverjin tóktist annars ikki serliga sannførandi, og ikki minst í sambandi við málsparksroyndir kendist ótryggleikin stórur.
NSÍ hevði fleiri vandamiklar deyðbóltsstøður. Serliga tá ið horna úr høgru vóru send í væl mannaða brotsteigin, kendist tað fleiri ferðir rættuliga vandamikið, og tað var eftir slíka støðu, at NSÍ javnaði.
Skálamenn vóru kroystir langt aftur á vøllin, men trýstið linkaði, og teir fótaðu sær, tá ið Bárður Danielsen var komin á miðvøllin í høgru. So við og við myndaðu skálamenn aftur álop, og fleiri ferðir var vongverjin í høgru, Pætur Dam Jacobsen, sum hesa ferð taldist millum teir mest eyðsýndu, við í uppspælinum, eftir at hann hevði vunnið nærdystir.
Tá ið Skála fór í álop kendist tað serliga vandamikið. Jónhard Frederiksberg, sum var betri upplagdur, enn hann leingi hevur verið tað, Bogi Gregersen og Hanus Thorleifsson settu ikki so ógvuliga sannførandi heimaverjuna undir press, og tá ið tað bara restaði ein lítil løta av vanligu leiktíðini, var heimaverjan ógvuliga passiv, tá ið Jónhard Frederiksberg fyri triðju ferð skoraði.
Skála fagnaðurin var øgiligur, og kanska var hann so mikið stórur, at skálamenn ikki hugsaðu um at taka verjupartin í nóg stórum álvara. Nøkur sekund undan at vandaliga leiktíðin var farin, fekk Christian Høgni Jacobsen, sum var púra blankur, tíð at temja innlegg og til gaman fyri heimafólkið at senda bóltin upp í nettakið. Um hetta mundið var tað eisini, at NSÍ vildi hava brotsspark, tí innskifti Sjúrður Jacobsen skuldi hava verið feldur í vinstru, men heldur ikki hesa ferð lætst dómarin um vón.